Leys størv
Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár. Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri 1 heilt skúlaár, verða sett frá 1. august 2024. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:
Eysturskúlin, www.eysturskulin.fo 2 lærarastørv
Fuglafjarðar skúli, www.ffs.fo 2 lærarastørv
Hoyvíkar skúli, www.hoy.fo 2 lærarastørv
Hvalbiar skúli, www.hvsk.fo 1 lærarastarv
Kvívíkar skúli, www.kvivikarskuli.fo 2 lærarastørv
Runavíkar Kommunuskúli, www.rks.fo 1 lærarastarv
Sandoyar Meginskúli, www.meginskulin.fo 2 lærarastørv
Sankta Frans skúli, www.sfs.fo 1 lærarastarv
Skúlin á Fløtum, www.saf.fo 3 lærarastørv
Skúlin í Eysturkommunu, www.skeyk.fo 1 lærarastarv
Skúlin við Streymin, www.svs.fo 1 lærarastarv
Stranda skúli, www.strandaskuli.fo 1 lærarastarv
Vágs skúli, www.vagsskuli.fo 1 lærarastarv
Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, www.uvs.fo, undir fólkaskúlanum. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.
Undirvísingarstýrið, 30/5-2024