Leys størv

Lærarar til Skúlan í Eysturkommunu

Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2024/2025:

1 fast lærarastarv 
2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar.

Setanarbrotini eru uml 1,0 og tvey á uml. 0,7 og eitt við setanarbroti 0,6. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.

Søkt verður eftir lærarum, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum 

Vit vænta, at tú

ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur 
ert stundislig/ur og nærlagd/ur 
ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi 
vilt vera við til at menna eftirmetingar 
hevur góðan KT-førleika 
kanst virka sum flokslærari 
hevur kunnleika innan sernámsfrøði 
kann vera ein týðandi partur av toyminum, rundan um ein móttøku flokk 
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
kanst virka bæði í innskúling og miðdeild 

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki, føroyskt sum annaðmál og ítrótti/svimjing. Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.

Førleikakrøv

læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum 
royndir í føroyska fólkaskúlanum
læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo
 
Umsóknarfreist: 16. juni 2024 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.  Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.