Leys størv

Lærara til serflokk í Lonini

Søkt verður eftir einum lærara í fulltíðarstarv frá 01 august 2024.

Starvið er tíðaravmarkað farloyvisstarv skúlaárið 2024-25.

Um skúlatilboðið

Lonin er eitt serflokkatilboð til næmingar í 1. – 3. flokk, sum heldur til í Lonini í Hoydølum. Í serflokkinum er málbólkurin næmingar, ið ikki megna vanliga skúlatilboðið, men við góðari byrjan, møguliga fara at gera tað.

Til dagligt arbeiða 2,5 lærarar og 3 námsfrøðingar í Lonini. Komandi skúlaár fara at ganga 15 næmingar í Lonini. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri.

Endamálið við sertilboðnum er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingarnir fáa undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin skal inn í vanligan 4.flokk í Fólkaskúlanum.

Vit vilja stimbra næmingarnar hjá okkum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í skúlanum, samfelagnum og í framtíðini.

Vit vænta, at tú

Dugir at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum.

Tú skalt duga at skipa dagin og leggja til rættis arbeiðið fyri næmingin og motivera næmingin í arbeiðnum. Øll undirvísing er lagað til einkulta næmingin.

Førleikakrøv

Skúlatilboðið hevur tørv á lærara, sum er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvssinnaður og leggur dent á felagsskapin.

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava læraraútbúgving, royndir á serøkinum eru ein fyrimunur. Lærarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum hava útbúgving

Lønar- og setanartreytir

Starvsøkið er Barna– og Útbúgvingarmálaráðið og stovnar undir tí við starvsstaði í sertilboðnum Lonin.

Starvið eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er skipað undir avtaluni um sjálvstýrandi toymi. Starvið er sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til Eydna.magnussen@skulin.fo

merkt “Starv, Lonin” í seinasta lagi 14/06-24 kl. 13:00

Nærri fæst at vita um starvið hjá Eyðnu Magnussen á tlf. 214755 ella við at senda ein teldupost eydna.magnussen@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.