Leys størv
Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 2. september 2024 og restina av skúlaárinum 2024/25:
Vegna farloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í føroyskum, týskum og kristni í hádeildini, og støddfrøði í miðdeildini
Setanarbrotið er 0,8.
Søkt verður eftir lærara, sum
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
er vanur at nýta teldu í undirvísingini
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17
490 Strendur,
hans.petur.jacobsen@skulin.fo
í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. september 2024 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.
Á Stranda skúla eru 150 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo