Leys størv
Hetta starv er leyst at søkja í Skúlanum á Fossánesi
• Lærarastarv fyri lærara í farloyvi at byrja 6. januar og skúlaárið 2024/25 út. Søkt verður eftir lærara, ið m.a. kann undirvísa í hesum lærugreinum í miðdeild og innskúlingini: støddfrøði, føroyskum, donskum, svimjing, ítrótti og náttúru/tøkni og hevur KT-førleikar. Talan er um fult starv, treytað av at viðkomandi, ið settur verður hevur førleikar at taka allar omanfyri nevndu ærugreinar.
Tey, ið sett verða, skulu
• duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
• vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
• Avloysarastørvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. desember 2024 kl. 12.00
Skúlin á Fossánesi
Fossávegur 27
FO – 730 Norðdepil
Tlf. 452120 – 253263
Teldupostur: fos@skulin.fo
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran,
Myrna Lind Jacobsen, á tlf. 45 21 20 ella 25 32 63.
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til: myrna.jacobsen@skulin.fo