Leys størv

Lærarastørv í Skopunar skúla skúlaárið 2025-2026 - endurlýsing

Til skúlaárið 2025-2026 søkir Skopunar skúli eftir:

Einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi
Einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar (umleið 10 -15 tímar) Endaliga tímatalið verður ásett í septembur 2025

Søkt verður eftir lærara, sum:

Undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
Er fyrikomandi og jaligur
Hevur eitt breitt menniskjasýni
Dugir at samstarva
Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
Er stundisligur og nærlagdur
Er við til áhaldandi at menna skúlan
Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Okkum tørvar ein lærara:

Sum kann undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5. flokki
Vil átaka sær flokslæraraleiklutin

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl. 13.00

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skopunar skúli

Skúlavegur 13

240 Skopun

Meira fast at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Kárun Kjærbo á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til sko@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni