Leys størv

Lærarastørv í Skúlanum á Argjahamri

Okkum tørvar 3 lærarar skúlaárið 2024-25 at byrja 1. august.

Tvey av størvunum eru í Skúlanum á Argjahamri, har tað eina er eitt barsilsfarloyvisstarv. Tað triðja starvið er bæði í skúla og forskúla.

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum:

Føroyskt, danskt, søga og samtíð, samfelagsfrøði, kristni, heimstaðarlæru og ítrótti/svimjing.

Vit hava tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í øllum deildum. Harumframt hevur tað týdning, at settu lærarar kunnu røkja flokslærarauppgávuna.

Søkt verður eftir lærarum sum

duga væl at samstarva og samskifta
vilja menna seg sjálvan og skúlan
sýna næmingum og undirvísing eldhuga
vilja fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at settu lærarar eru tænastumannasettir frammanundan.

Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 224240

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.