Leys størv
Vegna barnsburðarfarloyvi/farloyvi søkja vit eftir 3 lærarum í tíðaravmarkað starv á Sankta Frans skúla
Starv 1 fulla tíð frá 06.01 2025 til 20.06.2025
Starv 2 setanarbrot 0.85 frá 06.01 2025 til 20.06.2025
Starv 3 setanarbrot 0.9 frá 03.02.2025 til 20.06.2024
Undirvísingartímarnir eri hesir:
Starv 1.
Enskt í 9.flokki
Enskt í 6.flokki
Danskt í 6.flokki
Danskt í 5.flokki
Danskt í 3.flokki
Ítrótt og svimjing við dreingjum
Starv 2.
14 tímar serøki grund - miðdeild
Sang í 1. og 2. flokki
Tónleik í 4. og 5.flokki
Starv 3.
Føroyskt í 1.flokki
Tvílærari í 1.flokki
Sang í 1.flokki
Heimstaðarlæru í 1.og 3.flokki
Hondarbeiði í 6.flokki
Søkt verður eftir lærarum, sum:
· undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
· leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
· duga at samstarva og eru fyrikomandi
· eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3.desember kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til: aslaug.olsen@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella
Magnar Vang, varaskúlastjóra á tlf. 282513
____________________________________________________________________
Í Sankta Frans skúla eru 405 næmingar í forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 40 starvsfólk. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan