Leys størv

Lærarastørv í Kvívíkar skúla skúlaárið 2024-2025

Tað grør um gangandi fót

Kvívíkar skúli stendur í vøkstri og søkja vit til skúlaárið 2024-25 eftir

2 lærarum í fast starv
1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/25 vegna farloyvi
1 - 3 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/25 vegna avlops- og stuðulstímar vm. 

Harumframt tørvar skúlanum fastar vikarar til skiftandi tímatal.

Komandi skúlaár ganga 70 næmingar, frá 1. til 7. flokki, í Kvívíkar skúla. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum náttúru og tøkni og aðrar viðkomandi lærugreinar.

Harumframt er skúlin partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild", ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

Vit søkja eftir tær

sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari

vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
hevur hug og hegni at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina, ið tekur atlit til bæði fakligu menningina og trivnaðin hjá einstaka næminginum og flokkinum, í samstarvi við toymið og Førleikastovuna. 
er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
megnar at samstarva og arbeiða tvørfakligt
hevur áræði til at taka ábyrgd og tekur virknan leiklut í áhaldandi fakligu og námsfrøðiligu menningini av Kvívíkar skúla

Til virksemi skúlans tørvar okkum komandi skúlaár

Ein leiðara til Førleikastovuna. Vit vænta, at tú hevur útbúgving og/ella royndir sum serlærari ella aðrar viðkomandi royndir/førleikar.

Flokslærarar í grund- og miðdeild við linjulestur, ella samsvarandi førleika, í føroyskum ella støddfrøði, og sum ynskir at taka ein virknan leiklut í Betri vinir verkætlanini.

Lærara til grunddeild, við áhuga fyri sernámsfrøði og at stuðla næmingum við ymsum avbjóðingum at mennast, læra og taka lut í felagsskapinum.

Lærara, ið brennir fyri at kveikja lesihugin hjá næmingunum, og ynskir at taka lut í menningini av bókasavninum. 

Náttúru og tøkni lærara sum, í einum tvørfakligum samstarvi, kemur at vera virkin partur av kálgarðinum og framhaldandi menningini av grønu leið skúlans. 

Lærarar við linjulestur, ella samsvarandi førleika, at undirvísa í hesum lærurgreinum í 1. til 7. flokki: Føroyskt, rokning, náttúra og tøkni, alis og evnafrøði, ítrott, handaverk og list, enskt og danskt. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú kanst syngja fyri og spæla undir til morgunsang og sangløtur.

Førleikakrøv

Til øll omanfyri nevndu virksemi, søkja vit lærarar ið hava læraraprógv og ynskja at undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum. Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini  verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða lønt  í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Føstu størvini eru á tímabroti 1,0. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður endaliga ásett 01.09.24. Barnaváttan verður kravd í samband við allar setanir í Kvívíkar skúla.

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024. Setanarsamrøður verða í viku 25

Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á rudi.olsen@skulin.fo og merkt ”starv”. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.