Leys størv

Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum til skúlaárið 2024/25

Søkt verður eftir

• 4 - 5 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2024 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2024.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í lívfrøði, náttúru/tøkni, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum

• duga at samstarva
• eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
• dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
• hava áræði til at taka ábyrgd

Førleikakrøv

Til størvini krevst læraraprógv.

Skúlin bjóðar

- Nútímans skúla

- Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum

- Góðar arbeiðsumstøður

- Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024, kl.12.

Tú fært meiri at vita um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt Postrúm 3174 110 Tórshavn ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan: Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 370 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 35 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 10 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.