Tíðindi
18.09.2024
Sunnudagin fór freistin at tekna seg til kvæðahugna fyri lærarar, sum verður 8. novembur 2024. Hetta er triðju ferð hetta tiltakið er, og sigast má, at áhugin er stórur. Hesaferð eru um 90 lærarar og starvsfólk í fólkaskúlanum annars, sum hittast í høllini í Sankta Frans skúla til hugnaliga samveru við kvæðunum í brennideplinum.
Hetta er gott høvi hjá lærarum úr øllum landinum at hittast, og nógv av teimum somu nøvnunum ganga aftur, umframt at nýggj leggjast afturat, so tiltakið er væl dámt.
- Vit fáa ein ein bita at eta og syngja sangir við harmonikuspæli afturvið, júst sum til eitthvørt annað borðhald. Men her er undirhaldið skipað rundan um kvæðini. Undanfarnu ár hava vit spælt borðspælið ”Kvæða-quiz”, har tú skalt svara kvæðaspurningum fyri at sleppa at flyta. Vit hava havt pub-quiz um kvæði, dansað dansispøl og dansað í ymsum stílum, bæði títt og saktað, lívliga og deydliga, hart og spakuliga. So hava vit sjálvsagt eisini kvøðið, sigur Elin Maria Ó. Olsen, fyriskipari.
Kvæðini, sum verður kvøðin hetta kvøldið, eru vald frammanundan, tey somu sum eru á skránni á kvæðastevnuni fyri næmingar fólkaskúlans, hesa ferð Sigmundskvæði yngra, Hørpuríma og Sinklars vísa. Tær nýtist ikki at vera nøkur kvæðakempa fyri at luttaka í veitsluni, men ert tú gromm ella grammur at vinna pub-quizzina, so er at lesa tey ígjøgnum.
Kvæðahugnin hevur tvey endamál. Annað er at vísa á stuttligt virksemi, sum kann nýtast til kvæðaundirvísingina við næmingunum, hvussu stuttligt tað faktiskt kann vera at dansa og kvøða. Hitt er at lærarar úr øllum landinum kunnu hittast til eina hugnaliga løtu saman, byggja samstarv og knýta vinabond.
Myndin er frá kvæðahugnanum í 2022.