Tíðindi
12.08.2025
Aftur í ár verður skipað fyri hugnaligum, læruríkum og lívligum kvøldi fyri lærarar við mati, drekka, spølum og dansi – nevniliga kvæðahugna fyri lærarar. Hetta er framúr høvi at hitta aðrar lærarar og fáa íblástur til kvæðaundirvísingina, ið stendur fyri framman. Umframt pedagogisku kvæðaspølini verður sjálvandi farið upp á gólv. Og kvæðini í ár eru tey somu sum á kvæðastevnuni: Brestiskvæði, Flóvin Bænadiktsson og Stolt Signhild.
Harumframt verður eisini okkurt lættari, so sum Veturin kom, Burtur á heiði og annað.
Okkurt gott verður at fáa til keyps fyri tostan – fólk mugu hava reiðan pening við.
Tað er neyðugt at melda seg til. Tað verður gjørt við at skriva seg inn her: https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR2hG85ybvL9JkAH_nI9ql1BUNzFYTFlHUkkxVVZaWUM2UlpJSkZGQ00ySi4u
Fyrireikararnir gera vart við, at tað er ikki neyðugt at vera við til kvæðastevnuna hjá næmingum fyri at kunna vera við til kvæðahugnan – kvæðahugnin er bara fyri læraran.
Kvæðahugnin er 7. novembur klokkan 18.00, og tiltakið er ókeypis.