Tíðindi

Kunngerð um sálarliga arbeiðsumhvørvið á gáttini

- Eg ivist ikki í, at kunngerðin fer at hava við sær størri tilvit um týdningin av góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

14.05.2025

Kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum er á veg, er eitt úrslitunum av góðum samstarvi millum Fakfelagssamstarvið og avvarðandi myndugleikar. Fakfelagssamstarvið er eitt samtak millum sjey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, eitt nú Føroya Lærarafelag. Kunngerðin fer at gera stóran mun og hava stóra ávirkan, tá ið talan er um at skapa forstáilsi fyri einum tryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, er formaður Føroya Lærarafelags sannførdur um.

Lærarafelagið hevur seinnu árini arbeitt miðvíst við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, eitt nú við at kunna um vegleiðandi mannagongdir, ið kunnu fyribyrgja og taka við, tá ið lærarar eru fyri ágangi, harðskapi og hóttanum. Eisini í norðurlendskum samstarvi fyllir sálarliga arbeiðsumhvørvið nógv; Lærarafelagið er virkið við í NLS, Nordiske Lærerorganisationers Samråd, sum javnan hevur sálarliga arbeiðsumhvørvið á skránni.

- Í arbeiðinum fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum fylla ágangur, hóttanir og harðskapur nógv í løtuni, og tilburðirnir av hesum eru blivnir fleiri í skúlunum. Tí hava vit enn eina ferð havt vegleiðandi mannagongdirnar viðvíkjandi ágangi, hóttanum og harðskapi frammi á álitisfólkafundi, soleiðis at álitisfólkini eru kunnað og dagførd um týdningin av føstum mannagongdum, sum lýst í vegleiðingini, og at tilburðir eiga at verða fráboðaðir Arbeiðseftirlitinum. Vit síggja eisini, at tað eru fleiri lærarar, sum verða sjúkrameldaðir enn tað er neyðugt. Tí ofta kundi tað verið sagt frá fyrr, ella kundu neyðug átøk verið sett í verk; tað hevði uttan iva hjálpt nógvum lærarum, sum er avmaktaðir eina løtu, at vunnið neyðugu orkuna aftur. Við neyðug átøk hugsi eg, at tvílæraraskipan varð sett í flokkar, sum krevja meira enn ein einsamallur lærari kann megna, ella at ein skúlastjóri gevur einum lærara aðrar uppgávur í eitt tíðarskeið, so at ein lærari sleppur frá teimum uppgávunum, sum tyngja mest í løtuni, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Enn vita vit ikki, hvussu endaliga kunngerðin fer at síggja út. Hon liggur í Umhvørvismálaráðnum, og hoyringarfreistin er farin. Lærarafelagið hevur sent hoyringarskriv.

- Frammanundan er sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki nevnt í nakrari lóggávu í Føroyum, so tí er kunngerðin ein stórur bati. Lærarfelagið metir, at tað ikki er nóg mikið, at sálarliga umhvørvið bara er nevnt í eini kunngerð, men at tað eisini verður nevnt í sjálvari arbeiðsumhvørvislógini.

Føroya Lærarafelag hevur avrátt við Arbeiðseftirlitið at leggja skúlum lag á at gera arbeiðsplássmetingar ella APM, sum tað er stytt til. APM merkir í stuttum, at lærarar svara spurnablaði um arbeiðsumstøðurnar, trivnað og annað, sum kann geva eina mynd av arbeiðsumhvørvinum á staðnum.

- Tá ið svarini eru greinað, kann úrslitið brúkast til at gera arbeiðsumstøðurnar betri. Arbeiðseftirlitið bjóðar skúlunum at vera ráðgevandi í hesum royndunum. Vit mæla skúlastjórum til at taka av tilboðnum hjá Arbeiðseftirlitinum um ráðgeving og vegleiðing, so at skúlarnir kunnu gera sær royndir við arbeiðsplássmetingum.

Svarini í einum slíkum spurnablaði kunnu lýsa arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum í breiðastu merking, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Eru tað krøvini, amboðini, hølini, tosingarlagið, tíðin, ágangur ella annað, sum gera seg galdandi, tá ið vit kunnu útleiða, at lærarar trívast ella avmaktast í starvinum. Eru tað viðurskifti inni á arbeiðsplássinum sum ávirka, ella er tað ágangur, hóttanir ella harðskapur. Kanningin “Arbeiðið og tú” vísti á, at hjá lærarum eru serliga tey kensluliga krøvini, sum gera, at lærarar kenna starvið avbjóðandi. Tað kunnu vera ymisk viðurskifti, sum leggja serligt trýst á lærarar, men ofta hevur tað við næmingar at gera og kensluna ikki at røkka øllum næmingunum fakliga og persónliga. Tað verður eisini alt vanligari, at foreldur seta seg í samband við lærarar um onkra misnøgd; tað fyllir eisini nógv og kann elva til ótryggleika í starvinum.

Kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið fer at gera, at vit fáa eitt felags mál, sum lýsir ymsu tættirnar í tí, sum vit undir einum nevna sálarliga arbeiðsumhvørvið. Sálarliga arbeiðsumhvørvið verður eisini nevnt tað psykososiala arbeiðsumhvørvið.

- Við kunngerðini kunnu vit fáa eina nógv neyvari mynd, tá ið skúlaleiðslan kannar eftir, hvussu lærarar trívast í starvinum. Eg ivist ikki í, at kunngerðin fer at skapa eitt størri tilvit um týdningin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum, geva okkum orð at tosa um hesi viðurskifti, hvussu nógv vit eiga at góðtaka, og nær tað fer yvir um mark. At fáa kunngerðina er fyrsta stig; annað stigið er at fáa kunnað um hesi viðurskifti, og at skúlaleiðslur boða myndugleikunum frá, tá ið sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott, og tá ið tilburðir av ágangi, harðskapi og hóttanum eru. At ongar fráboðanir eru, merkir ikki, at eingir tilburðir eru at melda. Allir tilburðir eiga at verða fráboðaðir, og fráboðanir eru eitt týðandi stig á leiðini, at lærarar fáa eitt nøktandi arbeiðsumhvørvið.

Annað úrslit av arbeiðinum fyri einum betri og tryggari arbeiðsumhvørvi er stóra kanningin “Arbeiðið og tú”, sum Pál Veihe, arbeiðsmedisinari, og Annika Helgadóttir, sálarfrøðingur, hava staðið fyri; henda kanningin verður væntandi endurtikin í heyst.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni