Tíðindi
27.01.2025
Tað er ikki altíð so lætt at møta og rúma næminginum, tí børn eru ymisk. Summi eru meiri frambrúsin. Tá kann tað vera trupult og avbjóðandi, serliga um næmingurin krevur eitthvørt av tær, ið stríðir ímóti tínum egnu hugsjónum, áskoðanum og innaru sannføring. Men tað er so ógvuliga umráðandi at rúma næminginum kortini. Megnar tú ikki tað, verður tað trupult at samstarva og flyta næmingin fram á leið. Aðrir næmingar stíga varliga og fara so stillisliga, at tú næstan ikki sansar, at tey eru til staðar í flokkinum. Men eisini teimum næmingunum er umráðandi hjá læraranum at hava eyguni við og røkka, tí tey hava sama krav um virðing og viðurkenning og skulu síggjast og hoyrast, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Sjálv hevur hon ta grundleggjandi og holistisku fatan, at barnið og næmingurin skal viðurkennast sum eitt heilt menniskja.
- Tað ber illa til at virka sum lærari, um tú ikki hevur eyga fyri barninum. Endamálið við skúla er at menna barnið og menta og búgva næmingin til at standa seg sum borgari í samfelagnum. Tí skulu vit skipa skúlan soleiðis og stremba eftir, at vit fáa heil menniskju út í hinum endanum og ikki einans livandi leksikon, sum spýta vitan út uttan grundleggjandi læru og lærdóm um at vera til sum menniskja, sigur hon.
Men tað er munur á næmingum fyrr og nú, heldur Eyðdis Eidesgaard.
- Børn í dag duga betur at seta orð á og siga frá. Og tá tey ikki tíma meira, so tíma tey ikki meira. Men kanska eru tey so upptikin av sær sjálvum og tíðarandanum, at tey ikki í nóg stóran mun megna at seta egnan tørv til síðis. Tað fyrra er fínt, men tað seinna er verri og byggir kanska á vantandi virðing fyri øðrum børnum í felagsskapinum og teimum vaksnu. Vit eiga at læra børnini at vísa virðing fyri øðrum og felagsskapinum, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon heldur, at tað stundum verður kastað skúlanum ymiskt fyri, sum í grundini ikki er skúlans.
- Vit kunnu spyrja, hvaðani vantandi virðingin stavar. Børn eru um sjey ára aldur, tá ið tey koma í skúla á fyrsta sinni, og áttu longu tá at havt lært so mikið. Eg ivist ikki í, at flestu foreldur og onnur, ið eru um børnini og uppalingina í gerandisdegnum, gera sítt besta. Men trýstið í modernaða samfelagnum er vorðið so stórt, og tað sæst aftur og merkist eitt nú á dagstovnum, har tað er trupult at fáa fólk at støðast og manna størvini. Spurningurin er tí, um vit sum samfelag eiga at raðfesta øðrvísi og hyggja nærri at umstøðunum hjá okkara børnum og uppvaksandi ættarliði, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon vísir á, at alsamt fleiri børn stríðast við trupulleikar í skúlanum og uttan fyri skúlan. Orsakirnar kunnu vera nógvar, heldur hon.
- Eg dugi ikki at siga, hví tað er so. Men tað er so. Tað finst neyvan bara ein frágreiðing, men heldur er talan um ein ógvuliga samansettan veruleika, sum bæði foreldur, skúli og uppalarar annars mugu fyrihalda seg til og spyrja, hvørja ábyrgd vit eiga, sigur hon.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2024.