Tíðindi

Kollveltandi broytingar í fólkaskúlalógini uttan at lærarar eru hoyrdir

Beint fyri jól sendi landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini út til hoyringar. - Tá ið so umfatandi broytingar skulu gerast í skúlanum, er umráðandi at hava sjónarmið frá ymsum lærarum við, áðrenn broytingarnar verða orðaðar. Við at koma við einum uppskoti sum hesum, ið er so gott sum liðugt, hevur mann frammanundan bundið seg til eina loysn, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

03.02.2025

Broytingarnar, ið ætlanin er at fremja í fólkaskúlalógini, eru stórar og fevna víða, men kortini eru lærarar ikki tiknir við uppá ráð. Uppskotið, sum var sent út til hoyringar beint fyri jól, leggur upp til kollveltandi broytingar í tíma- og lærugreinabýtinum og at broyta fólkaskúlalógina samsvarandi. Uppskotið tekur lutvíst støði í álitinum um ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini og byggir nógv á royndarvirksemið, sum Skúlin á Fløtum er í holt við. Broytingarnar, sum eru í uppskoti, víkja nógv frá skúladegnum, sum vit hava nú, og skipanini við lærugreinunum, sum vit kenna, hvussu samstarvað verður í skúlanum, hvussu langur skúladagurin er og so framvegis. Tá ið so umfatandi broytingar skulu gerast í skúlanum, er umráðandi at hava sjónarmið frá ymsum lærarum við, áðrenn broytingarnar verða orðaðar, heldur formaður Føroya Lærarafelag.

- Eg eri onga løtu í iva um, at lærarar hava nógv góð uppskot um, hvat eigur at verða gjørt, tá ið talan er um, at næmingar skulu hava betri umstøður at læra og trívast. Ein umráðandi liður, tá ið so kollveltandi broytingar skulu gerast, er, at fyrisitingin leggur ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu lærarar kunnu siga sínar hugsanir um møguligar broytingar og hvussu hesi hugskot verða savnað inn. Tað sigur seg sjálvt, at skúlafyrisitingin og lærarar, sum dagliga arbeiða í skúlanum, hava ymisk sjónarmið. Ikki tí at tey, sum fyrisita, ikki hava rætt úr sínum sjónarhorni, men lærarin, sum undirvísir hvønn dag, kennir skúlan innanífrá og hevur tí eina vitan og nakrar fortreytir, sum fyrisitingin ikki hevur. Lærarar, sum undirvísa í stórum og lítlum skúlum, hava eisini ymisk sjónarmið, og tað er umráðandi at fáa øll við, tá ið so stórar broytingar verða gjørdar. At gera liðug uppskot og síðan senda tað til hoyringar er øvut mannagongd av tí, sum er rætt at gera.

Tilmælið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum varð handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum fyri einum ári ella so síðan, leggur upp til royndar- og menningarvirksemi í ymsu økjunum, sum ætlanin er at broyta. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at hesar royndirnar eiga at verða gjørdar fyrst og síðan eftirmettar, áðrenn fólkaskúlalógin verður broytt.

- Tað hevur týdning at gera royndir, at gera ymiskar royndir og at gera tær í ymsum skúlum. Fyrr enn vit kenna úrslitið av hesum royndunum, eiga vit ikki at fara í løgtingið at gera broytingar í fólkaskúlalógini. Í løtuni er stórt royndarvirksemi við styttum skúladegi í Skúlanum á Fløtum, og royndir við tvílæraraskipan eru á Skúlatrøð, Strondum og í Eysturskúlanum. Við at koma einum uppskoti, sum hesum, ið er so gott sum liðugt, hevur mann longu frammanundan bundið seg til eina loysn, áðrenn vit vita, hvussu royndarvirksemið roynist.

At kjak og orðaskifti er komið í kjalarvørrinum á uppskotinum, sum landsstýrismaðurin hevur sent til hoyringar, er gott, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Eg rokni við, at politiski myndugleikin ásannar, at tað eru ógviliga nógv viðurskifti, sum mugu verða kannað, áðrenn so umfatandi broytingar verða gjørdar, eitt nú royndar- og menningarvirksemi ymsa staðni. Royndarvirksemið í Skúlanum á Fløtum hevur hálvt annað ár eftir, og Námsvísindadeildin fylgir og eftirmetir royndarvirksemið. Vit eiga at geva royndarverkætlanunum ta tíð, tær hava uppiborið, eftirmeta tær og síðan gera uppskot um broytingar, sum eru væl grundgivnar og grundaðar í teimum royndunum, sum eru gjørdar. Alt annað er átaluvert, og tá gevur tað lítla meining at gera royndarvirksemi, tá avgerðin er tikin frammanundan.

Broytingarnar, sum ætlanin er at gera í fólkaskúlalógini, fara at hava nógvar avleiddar broytingar við sær. Formaður Føroya Lærarafelags nevnir broyttar námsætlanir, broytt undirvísingartilfar, broyttar lærugreinir, broyttar arbeiðshættir og broyttar próvtøkuhættir.

- Allar hesar broytingarnar treyta eisini, at innihaldið í fólkaskúlanum verður dagført samsvarandi, at lærararnir fáa skeið og eftirútbúgving, og at læraraútbúgvingin verður tillagað. At tað er tørvur á at gera broytingar og tillagingar í fólkaskúlanum og lógini, er natúrligt, og tí taka vit fult undir við, men vit mæla til, at broytingarnar skulu ikki gerast í skundi. Tað er lærarin, sum skal føra broytingar út í lívið. Tá so stórar broytingar og eisini lógarbroyting skulu gerast, mugu tær fyrireikast væl, og øll viðurskifti, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá læraranum, mugu eisini vera klár.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni