Bloggur

Jaaa, eg eri lesandi í Føroyum!

Fríðunn Bolstad Mortensen, læraralesandi á fyrsta ári á Námsvísindadeildini, bloggar.

15.06.2025

Nú er skúlaárið skjótt farið aftur um bak, og summarfrítíðin nærkast. Vit hava notið allar fýra árstíðirnar, og sóljukopparnir hava bjóðað sína fyrstu skál. Sóljuguli bøurin – grøni vøllurin – tutlandi áin og tjaldursklippini fáa okkum at smíla, tí sólin skínur so fagurliga og komið er hægst á summarið.

Góðan dagin Setrið!

Vit bjóða summarinum vælkomnum, men samstundis spreiðir føroyski ungdómurin sínar veingir út og veittrar tær farvæl, tí nú fara tey at royna flogið. Ein kann eisini royna flogið eftir KFUK-bønum, uttan at gjalda fyri sveiggj-ferðaseðil við Atlantic Airways. Kanst tú siga farvæl? Nei! Eg sigi ikki farvæl, men góðan dagin Setrið. Seinasta árið havi eg verið lesandi á Setrinum, og eg hyggi aftur á farna árið við gleði. Tá ið eg sigi, at eg lesi í Føroyum, fái eg afturvendandi spurningin – hví ert tú ikki farin niður at lesa, eins og øll hini? Hugburðurin í føroyska samfelagnum er, at tað einasta rætta er at fara av landinum at nema sær vitan og at finna seg sjálvan. Samstundis verður tosað um ovurstóra trupulleikan við stóru fólkafráflytingini. Tey vilja hava okkum ungu her, men samstundis spyrja tey okkum, nær vit fara. Hetta kennist mótsigandi, og tí má hugburðurin broytast – tú skalt ikki kenna teg skeiva bara tí, at tú velur at lesa í Føroyum. Tó skal sigast, at tað er sera týdningarmikið, at vit sum samfelag framhaldandi bøta um lestrarumstøðurnar í Føroyum – fleiri lestraríbúðir, fleiri bústaðarmøguleikar og betri lestrarumhvørvi.

Tað er sera VyGOTTsky at vera lesandi í Føroyum!

Besta avgerðin var at lesa í Føroyum. Hvønn dag sleppi eg at hoyra móðurmálið, eg læri á føroyskum, og best av øllum – eg sleppi at tosa føroyskt. Seinasta árið havi eg lært nógv – hvussu týdningarmikið tað er at raðfesta føroyska málið, tí enska málið gerst ein natúrligur partur av føroyska orðfeinginum, har børnini nýta orðið unicorn og ikki einhyrningur. Eg havi lært, hvussu týdningarmikið tað er bæði at lesa, skriva og hoyra føroyska málið, fyri at menna mál, lesing- og skriviførleikar, og eg kann eisini errrin siga, at eg enntá havi lært at dividera.

Eg eri á røttu hill

Farna árið havi eg við learning by doing hjá Dewey, roynt lærarayrkið í verki. Eg havi verið í starvslæru, verið vikarur, og eisini fingið høvið at hoyra børnini í Føroyum koma við sínum íkasti til fyrstu føroysku barnalógina, sum nú skal smíðast – 2025 er sanniliga eitt søguligt ár, har børnini kundu siga sína hugsan, tí tey eru serfrøðingar í egnum lívi.

Hetta árið hevur sanniliga prógvað, at eg eri farin røttu lívsleið – lærarayrkið er gevandi, stuttligt og mennandi, og lesnaðurin á Setrinum er sera áhugaverdur – eg gleði meg at læra meira.

Skúlabøkurnar verða nú lagdar á hillina – nú verða tað festivaltroyggjur, veitslur, útferðir og føroysku klæðini, sum seta dagsskránna, nú føroyska summarið bjóðar okkum vælkomnum. Hetta er besta tíðin á árinum, tá ið pisurnar vera floygdar, útisetar koma heim, og vit eiga longu vøkru summarkvøldini saman.

Njótið summarið og blómurnar á vegnum – gott summar!

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni