Tíðindi
26.05.2025
Í Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi, Estlandi og Føroyum fer nú at verða kannað, hvat skal til at fáa nýúbúnar lærarar at blóma sum lærarar og støðast í skúlanum. Granskingarverkætlanin eitur Nordic Teacher Induction - Flourishing and Becoming ella umskrivað til føroyskt: Hvussu fáa vit nýútbúnar lærarar at blóma í starvinum. Verkætlanin tekur støði í teirri sannroynd, at nógvir nýútbúnir lærarar í øllum nevndu londunum uttan Føroyum og Finnlandi gevast eftir fáum árum í starvinum og somuleiðis nógv læraralesandi tíðliga undir lesnaðinum.
- Í Noregi og Danmark gevast upp ímóti ein fimtingur av nýútbúnu lærarunum í yrkinum eftir fyrstu fýra árini. Tað hevur týdning at finna út av, hvussu vit kunnu broyta hesa gongdina. Summi av londunum hava akkerslæraraskipan ella mentorskipan, sum hevur til endamáls at stuðla teimum nýútbúnu við vegleiðing og øðrum, men tað vísir seg ikki at vera nóg mikið. Í Føroyum og Finnlandi gevast nýútbúnir lærarar ikki í sama mun, og tí er tað áhugavert at kanna nærri, hvørji viðurskifti gera seg galdandi í hesum báðum londunum fyri, at so er. Tað hevur ikki bara týdning at finna út av, hvat tað er, sum ger, at lærarar kenna stuðul frá starvsfeløgum við eini akkersskipan, men eisini at vit gera eina skipan, sum hevur við sær, at teir kenna seg virðismettar og sleppa at brúka sínar førleikar fult út, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Nordpluss hevur latið granskingarverkætlanini 80.000 evrur, sum svarar til umleið 600.000 krónur. Verkætlanin fer helst at taka hálvttriðja ár. Hon verður bæði kvantitativ og kvalitativ. Tey, ið umboða Føroyar í verkætlanini, eru Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Harryson, námslektari og varadekanur á Námsvísindadeildini, og Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Hóast nýútbúnir lærarar støðast væl og leingi í yrkinum í Føroyum, kann kanningin eisini vera gagnlig hjá okkum, heldur Jacob Eli S. Olsen.
- Vit kunnu staðfesta, at nýútbúnir lærarar støðast í starvinum í Føroyum og ikki gevast eins og nógvir av starvsfeløgunum í hinum Norðurlondunum, men vit vita ikki hví. Við at hyggja nærri at øllum hesum viðurskiftunum fáa vit óivað eyga á, hvat riggar, og hvat kanska ikki riggar so væl, sum vit vilja ella halda. Tað eru sjálvsagt eisini lærarar í Føroyum, sum til tíðir halda, at tað er tungt at vera lærari; at hoyra frá teimum, hvørji viðurskifti gera starvið trupult er gott at fáa fram. Umboðini í grannalondunum, sum eru við í hesi felags norðurlendsku granskingini, vitjaðu í Føroyum í fjør. Tey vóru hugtikin av, at vit høvdu so nógvar og væl skikkaðar umsøkjarar til læraraútbúgvingina, og at nýútbúnir lærarar í Føroyum støðast í yrkinum. Gløgt er gestins eyga, so helst fáa vit í felag eyguni upp fyri onkrum, sum vit ikki hava hugsað um áður. At vera partur av einum stórum granskingarumhvørvi við sambandi við fleiri professarar í øllum Norðurlondum kann eisini vera gagnligt á ymsan hátt.
Tað er bara í Føroyum og Finnlandi, at tað eru nóg mikið av útbúnum lærarum til øll størvini, sum eru. Í hinum londunum, sum eru partur av verkætlanini, er tað galdandi, at tað eru ov fáar umsóknir til læraraútbúgvingarnar. Tey, sum søkja um upptøku á læraraútbúgvingini í Føroyum, eru nógv í tali og hava sera góð prógv, væl betri samanborið við tey, sum søkja inn á læraraútbúgvingarnar í grannalondunum. Harumframt gevast færri lesandi við útbúgvingini. Miðaltalið hjá teimum, sum verða tikin inn á læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, er ofta um 8, meðan tað til dømis í Danmark liggur munandi lægri.
- Lesandi á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini eru sum heild væl fyri fakliga. Haraftrat hava nógv teirra royndir frammanundan at arbeiða við børnum og ungum. Hjá teimum allar flestu er læraraútbúgvingin eisini fyrstaval, tað vil við øðrum orðum siga, at tey vilja fyrst og fremst vera lærari.
Granskingarverkætlanin fer fram í NTI-netverkinum, sum er netverk fyri lærustovnar fyri læraraútbúgvingar og lærarafeløg í Norðurlondum; í løtuni er Grønland ikki við. Estland, sum ikki er Norðurland, er við.
Mynd: Ólavur Frederiksen