Tíðindi
23.09.2024
Sum liður í næmingaráðsarbeiðinum skipa Nám og Undirvísingarstýrið fyri verkstovum fyri næmingaráðum og avvarðandi starvsfólkum í døgunum 23. – 27. september 2024. Á verkstovuni verður borðreitt við stuttligum og ítøkiligum amboðum til næmingaráðsarbeiðið, til næmingar, leiðslur, starvsfólk og skúlastýri at brúka. Talan er um styttri framløgur um barnarættindi og amboð til at skipa gott, trygt og meiningsfult næmingaráðsarbeiði. Anne Mette Friis, fyrrverandi aðalskrivari í UNICEF Danmark, og við drúgvum royndum innan økið, hevur skipað dagin saman við Námi og Undirvísingarstýrinum.
Meira kann lesast um Anne Mette her: Anne Mette Friis
Allir skúlar eru bodnir, og pláss er fyri 3 umboðum úr næmingaráðunum fyri hvørja av deildunum grunddeild, miðdeild og hádeild. Harumframt avvarðandi starvsfólk, leiðslu og skúlastýrisumboðum, politisku umboðini og foreldraumboðini eru eisini boðin.
Skeiðið verður hildið í 5 økjum í landinum, so allir skúlar eru við.
Mynd: iStock.com