Tíðindi

Hvat er gott fyri barnaheilan?

Um nýtsla av telefon, sjónvarpi og teldu tarna heilamenningini hjá børnum, hvat er so gott fyri heilan?

25.07.2025

Sambært almennum skíggjaráðum kann tað vera skaðiligt hjá børnum og ungum at sita leingi framman fyri ein skíggja – sama um tað er telefon, sjónvarp ella telda. Nógv skíggjatíð kann vera við til, at tú svevur verri, tað ávirkar hugsavnanina og læringina, og sosialir miðlar kunnu føra til verri sálarheilsu. Granskarar eru eisini stúrnir um, at skíggjatíðin kann tarna heilamenningini hjá børnum og ungum. So hvat eiga børn og ung at gera ístaðin?

Stimbra heilan

Stórur partur av menningini av heilanum er stýrdur av ílegum, men royndir hava eisini nógv at siga. Í barnaárunum er heilin meiri plastkendur, og tað ger, at hann kann formast. Men tað merkir samstundis eisini, at hann er lættari at ávirka. Tað kann vera nógv hjá foreldrum at smábørnum at taka til sín. Tað eru jú tey, sum hava ábyrgdina av, at børnini fáa tær rættu royndirnar, sum forma heilan hjá børnunum. Men náttúran hevur syrgt fyri, at heilin mennist sum hann eigur so leingi, børnini fáa rættan mat, svøvn og royndir – ella við øðrum orðum stimbran. Stimbran kann vera alt frá tónleikinum, vit lurta eftir, fólkunum vit eru góð við, bókunum vit lesa, og uppalingini vit fáa.  

– Heilin hevur brúk fyri at arbeiða virkið við ektaða heiminum ístaðin fyri at vera óvirkin og undirhildin av einum skíggja, sigur Audrey van der Meer, professari í nervasálarfrøði.

– Nógv halda, at vit eru heilin, og at vit brúka heilan til at hugsa og føla við. Mær dámar betur at siga, at vit heldur eru kroppurin, og at rørslan er málið hjá heilanum.

Klatra, renna og finna

Heilin hjá menniskjum hevur ment seg yvir milliónir av árum, soleiðis at hann kann megna at stýra kroppinum og fáa hann at bera seg at, soleiðis at vit yvirliva. Tað er renna, klatra, veiða, grava og finna.

– Tá ið vit seta okkum óvirkin aftan fyri ein skíggja, stimbra vit ikki heilan í líka stóran mun, sum tá ið vit brúka allan kroppin og allar sansirnar í veruligu verðini, sigur van der Meer.

Hon heldur, at skíggjar gera okkum óvirkin, og at teir eru fátæk, tveydimonsiónell kopi av teimum bestu umstøðum, vit liva í, við ongum smakki, lukti, kropssambandi og kropsmáli.

Skjót heilamenning hjá pinkubørnum

Visti tú, at heilin fyrsta árið, tú livir, verður tvífalt so stórur í vekt og stødd? Tað henda upp til 1000 koplingar millum heilakyknur um sekundið. Van der Meer lýsir tað soleiðis:

– Koplingarnar í pinkubarnaheilanum byrja sum klossutar og ótýðiligar skógarrásir. So hvørt verða tær til beinar motorvegir, sum skjótt og lætt kunnu flyta stórar mongdir av upplýsingum og vitan. Og tað er íkast frá umstøðunum, sum broyta heilan.

Tosa fleiri mál

At tosa fleiri mál er virksemi, sum er gott fyri heilan, sambært Van der Meer. Børn skilja mál nógv fyrr enn tey byrja at tosa. Longu í móðurlívi skilir fostrið løg og tónar á móðurmálinum, sigur granskarin.

– Fyri at læra mál, mást tú aktivt hoyra málið nógv. Tað ber við øðrum orðum ikki til at læra seg málið umvegis útvarp ella sjónvarp, sigur hon.

Nógv foreldur brúka tekn í dag, sambært van der Meer. Hetta er ein háttur at samskifta, har foreldur og barn brúka einføld tekn at tosa við hvørt annað. Eisini hetta er gott fyri heilan.

– Haraftrat ger tað, at pinkubarnið frá tað er umleið átta mánaðir klárar at siga frá, at tað heldur vil hava mjólk enn vatn, sigur van der Meer. 

At leggja litir og hekkla við fingrunum

Hjá børnum í barnagarðsaldri eru uppgávur, sum krevja, at eygu og hendur arbeiða saman, umráðandi fyri fínmotorikkin. Tað kann til dømis vera at leggja litir, at perla og hekkla við fingrunum. Og ikki minst siga ramsur, so sum “fremstifingur, fremstifingur, hvar ert tú?” Tað krevur góða samskipan at finna rætta fingurin, sum skal upp at veittra.

Skriva við blýanti

At skriva við blýanti kann eisini vera gott fyri heilan.

– Lærarar í dag hjá næmingum í fyrsta flokki kæra sína neyð um, at børnini nóg illa duga at halda í einum blýanti. Vit vita frá heilagransking, at tað at tekna ella skriva við hond er sera góð heilastimbran, sigur van der Meer. 

Í einari av kanningunum brúktu luttakararnir fleiri partar av heilanum, tá ið teir skrivaðu við hond, samanborið við, tá ið teir skrivaðu á knappaborð.

– Málið eigur eisini at verða stimbrað frá fyrstu stund við at tosa við barnið um, hvat tað ger. Heilin verður bygdur upp á annan hátt, tá ið barnið er saman við familju og vinum og lærir um relatiónir, serliga andlit til andlits, sigur van der Meer.

Minst møgulig skíggjatíð

Tey yngstu, millum 0 til 5 ár, eiga minst møguligt at sita við einum skíggja, sambært van der Meer. Tað siga almenn skíggjaráð eisini. Og tað snýr seg í grundini ikki um, hvat tey lítlu børnini gera, tá ið tey sita við einum skíggja – spæla spøl ella hyggja at teknifilmi – men heldur tað, sum tey ikki gera í staðin fyri.

– Lítil børn skulu læra so nógv eftir so lítlari tíð, at tey rætt og slætt ikki hava ráð at brúka virðismikla tíð at fáa sendandi upplivingar gjøgnum ein skíggja, sigur van der Meer.

Læra av at spæla

Er øll tíð handan skíggjan burturspilt tíð?

– Her fer granskingin í fleiri ættir, í øllum førum tá ið talan er um spøl, sigur Lars Wichstrøm, professari í sálarfrøði til forskning.no. 

Meðan nakrar kanningar benda á, at geyming kann forða góðari kognitivari menning, vísa aðrar á tað øvuta – tú verður gløggari. Kanningar við Universitetið í Oslo hava eitt nú víst, at heilin broytir seg við at spæla telduspøl, og ein nýggj kanning úr Týsklandi lærdi luttakararnar sosialar førleikar við at laga seg til spælið.

Nógv verður granskað í skíggjanýtslu, og hvussu hetta ávirkar bæði vaksin og børn, og tað er nógv, vit enn ikki vita.

– Tí er tað best at livs eitt fjølbroytt lív við spæli, ítrivum og at vera saman við øðrum, sigur Wichstrøm.

Kelda: forskning.no

Mynd: pexels.com

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni