Tíðindi
14.09.2023
Páll Isholm, Tóra Joensen og Pálin Olsen hava framløgu og hugleiða um evnið.
Drekka og okkurt ábit verður at fáa, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Tóra Joensen fer at umrøða nakrar sera viðkomandi spurningar.
** Hvat stimbrar lesingina**
Skaldskapur búnar okkum sum menniskju. Við hesum í huga havi eg roynt at eggja mínum næmingum at lesa bókmentir og lesa bókmentir fyri at gerast klókari og meira tilvitað um menniskju og lívið.
** Talgildi heimurin **
Tað sum eyðkennir okkara næmingar í dag er, at tey eru fødd inn í talgildu tíðina og hava ikki livað í einum samfelagi uttan alnet og skíggjar.
** Tað eru fleiri ung, sum lesa nógv **
Ein viðkomandi spurningur í okkara tíð er, hvat er lesing í 2023? Er tað bert tá tey lesa bøkur, at vit kalla tað lesing?
** Hvat er lesigleði? **
Tað eru helst fleiri viðurskifti, sum ávirka lesihugin hjá næmingunum. Hvussu kann ein lærari tryggja sær, at næmingar fáa tað burtur úr einum teksti, sum lærarin kundi hugsað sær?
** At lesa er kul **
At lesa kann tykjast “einsamalt og nørdasligt”.
Eg havi tó ongantíð hoyrt um nakran, sum er úrmælingur at lesa. Spurningurin er, hvussu fáa vit lesingina at vera meira kul?
Hvar: Bóksavnið við Løkin
Nær: Leygardagin 16. sep
Klokkan: 14.00-16.00
Samband: Foroyamal@skulin.fo
Kostnaður: Ókeypis
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen