Tíðindi

Hví filosofera við børnum í fólkaskúlanum?

Í døgunum 26. og 27. septembur fara Louise Nabe-Nielsen og Lho Høiris at halda skeið í Námi. Skeiðið er fyri fólkaskúlalærarar í øllum deildum og miðnámsskúlalærarar. Skeiðið verður skipað soleiðis, at ein dagur er serliga ætlaður lærarum, sum undirvísa í náttúrulærugreinum. Og ein dagur er serliga ætlaður lærarum, sum undirvísa í mentanarlærugreinum.

07.06.2024

Í fólkaskúlanum verða næmingar frá 1. flokki vandir við undirvísing, sum er grundað á IRE-formin (initiering, respons, evaluation), har lærarin setur gongd á undirvísingina við einum spurningi, næmingarnir svara, og at enda verður eftirmett. Hetta líkist eini samrøðu, men er í veruleikanum ofta kekkspurningar, har lærarin spyr næmingarnar, kanska við einum opnum spurningi, sum hann/hon kortini sjálv/ur hevur “rætta” svarið uppá. Avbjóðingin við hesum háttinum er, at hann ikki leggur upp til samrøðugrundaða undirvísing. Næmingarnir kunnu við hesum fáa ta fatan, at tað ikki hevur týdning at lurta eftir tí, sum floksfelagarnir hava at siga.

Opna samrøðan er í miðdeplinum í filosofi. Næmingarnir skulu læra at lurta og at vera opnir fyri tí, sum floksfelagarnir hava upp á hjarta. Eisini skulu tey læra at grundgeva fyri sínum egnu sjónarmiðum, tó altíð við virðing fyri áskoðanum hjá øðrum. Hetta er júst snúningsdepilin í einum fólkaræði. At duga at bera seg í felagsskapinum. Málið er ikki at gerast samd, men at geva rúm fyri ymisleikanum og at stimbra kjakmentanina.

Eitt vælvirkandi, fólkaræðisligt samfelag hevur tørv á eini kjakmentan. Tað er grundarlagið undir einum góðum samfelag. Avbjóðingarnar í dag eru ikki fáar. Tað er tískil týðandi og alneyðugt at búgva næmingarnar til at gerast tilvitaðar um dagsins avbjóðingar, soleiðis at teir eru førir fyri at taka lut í samfelagsligum viðurskiftum og kjakum, eisini í alheimshøpi.

Tøknin, falstíðindi og vitlíki eru dømi um faktorar, sum fylla sera nógv í nútímans samfelagnum. Í skúlaverkinum vinda spurningar innan hesi øki eisini alsamt meira upp á seg. At búgva næmingarnar til at vera kritiskar og at nýta síni metingarevni gerst alt meira átrokandi, so hvørt sum tøknin mennist.

Skeið í Námi

Louise Nabe-Nielsen er lærari í filosofi, cand.pæd.fil. og ph.d.-lesandi. Hon hevur skrivað bókina Filosofi i skolen – undervisningens rum for undren (2019) saman við Lho Høiris, sum er arkitektur og listamálari. Eisini hava tær eina heimasíðu, sum kallast Rum for Undren. Tær hava síðani 2012 arbeitt við økinum filosofi við børnum og ungum. Á heimasíðuni stendur visjónin hjá teimum:  

Okkara visjón er at stuðla og skapa rúm fyri, at børn og ung kunnu filosofera og undra seg í felagsskapi. Gjøgnum filosofiskar samrøður kunnu fyribrigdi sum vinskapur, tíð, óndskapur, dirvi, samleiki o.s.fr. kannast. Við hesum fáa børn og ung víðkað sínar hugsanir um tey fyribrigdi, sum eru partar av tilveruni. Filosofiska samrøðan lýsir munir og kann við hesum vera við til at bróta niður fordómar.

Í døgunum 26. og 27. septembur fara Louise og Lho at halda skeið í Námi. Skeiðið er fyri fólkaskúlalærarar í øllum deildum og miðnámsskúlalærarar. Skeiðið verður skipað soleiðis, at ein dagur er serliga ætlaður lærarum, sum undirvísa í náttúrulærugreinum. Og ein dagur er serliga ætlaður lærarum, sum undirvísa í mentanarlærugreinum.

Tilmeldingin til skeiðið ”Filosofi í skúlanum” er latin upp. Til ber at tekna seg her: Um Nám - nam.fo (innskriving.fo) Tekningarfreistin er 1. juli 2024.

Brot úr grein, sum Dorthe Pedersen, cand. mag. í donskum og filosofi, hevur skrivað í Skúlablað nr 3, 2024, ið júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni