Tíðindi
05.09.2025
Seinastu árini eru tíbetur nakrar føroyskar skaldsøgur komnar út, sum eru hóskandi og góðar at lesa í hádeildini í fólkaskúlanum. Ofta snúgva hesar skaldsøgurnar seg antin um evni, ið eru frammi í tíðini ella um yvirnatúrligar verur/heimar. Hetta fangar ungdómin í dag og ivaleyst nøkur ár framyvir eisini.
Fyri kortum kom skaldsøgan, 1804, eftir Rúna Bjarkhamar út. Skaldsøgan fer fram í 1700-1800-talinum og byggir á søguligar hendingar við í stóran mun fiktivum persónum.
Henda skaldsøgan er eftir míni meining sera væl egnað at lesa í hádeildini í fólkaskúlanum.
Søgan er fangandi, løtt at lesa, stutt og er býtt í partar, ið ikki er ov langir. Harumframt er hetta ein søgulig skaldsøga, sum ikki gerst ótíðarhóskandi og tí kann lesast mong ár framyvir.
Innihaldið í søguni byggir á søguliga tíð og søguligar hendingar í Føroyum, Evropa og í Amerika. Hetta eru søguligar hendingar, ið fara fram ymsa staðni í heiminum um somu tíð, men sum fáa avleiðingar fyri liviháttin, hugsjónir og hugsanir hjá fólki í nógvum ymiskum londum. Í hesi søguni hoyra vit mest um, hvussu hetta ávirkar føroyingar fyrst í 19. øld. Søguligu hendingarnar í skaldsøguni, 1804, eru veruligar, men persónarnir, sum uppliva kendu, søguligu hendingarnar, sum skaldsøgan lýsir, eru í stóran mun fiktivir, hóast onkur teirra veruliga hevur livað. Partur av hesum veruligu persónum er tó eisini fiktivur.
Tað, sum eg haldi serliga er fangandi fyri næmingar í hádeild, er, at teir fáa eina vitan um tað, sum er farið fram í heiminum í 1700 og 1800-talinum gjøgnum eina skaldsøgu. Nakað, sum teir ivaleyst hava hoyrt um áður, men sum teir nú kunnu minna seg aftur á gjøgnum eina góða søgu. Rithøvundurin dugir sera væl at greiða nærri frá ymiskum, sum verður nevnt í søguni, so tað ikki er neyðugt hjá næmingunum at sláa alt upp fyri at skilja søgugongdina og tíðina. Nevnast kann t.d. franska kollveltingin, fronsku heimspekingarnir, Voltaire, Rousseu og Montesquieu, men eisini ymiskt úr Føroyum, sum ofta er ókent fyri ungdómin í dag. Her er vert at nevna tað yvirnátúrliga - huldufólk, íbygdar steinar og pátrúgv, sum hevur verið ein partur av tí, ið føroyingar hava trúð.
Skaldsøgan er býtt í partar. Í fyrra parti av skaldsøguni lýsir hvør partur eitt ávíst stað eina ávísa tíð, og vit fylgja einum ávísum persóni, hansara tonkum, upplivingum og gerðum. Vit eru t.d. í París, Vági, Le Havre, Myrkustovu í Havn, Onglandi, í Prestakamarinum í bóndahúsinum við Gjógvará í Vági og millum Skotland og Føroyar. Søgan verður søgd gjøgnum hesar persónar, og vit kunnu siga, at hvør partur er ein søga við nógvum ymiskum søgum, sum aftur er partur av tí stóru søguni - skaldsøguni. Hetta er fangandi og ger skaldsøguna lætta og spennandi at lesa.
At bókin er býtt upp í partar, sum fara fram ymsa staðni, har vit hoyra um ymiskar persónar, ger søguna meira forvitnisliga og spennandi, tí at vit fáa beinanvegin eina kenslu av, at persónarnir onkursvegna fara at møtast seinni. Tað gera teir eisini í seinnu hálvu av skaldsøguni, sum fer fram í Vági, tá ið Nólsoyar Páll og aðrir føroyingar saman við fransmanninum Jean Paul, einum av berandi persónunum í bókini, byggja Royndina Fríðu. Tá savnast allar hendingarnar og persónarnir í søguna í eitt hæddarpunkt, har vónin um framtíðina er í hásæti
Skaldsøgan, 1804, viðger nógv ymisk evni, sum ger, at tað er lætt at finna tekstir at samanbera við, sum næmingar jú skulu læra í 8. og 9. flokki, og sum eisini er partur av próvtøkuni í 9. flokki. Av evnum kunnu m.a. nevnast vón og vónloysi, kærleiki, fátæktdømi, vald og valdsgirnd, rættvísi og órættvísi, huldufólk og pátrúgv, trúgv, áræði, skaldskapur av mannamunni og tíðin við einahandli og loynihandilsskipum.
Tað ber væl til at arbeiða við skaldsøguni, 1804, sum ein skaldsøga í føroyskum. At greina og tulka hana, viðgera persónar, tíð, stað og evni, men tað er eisini eyðsæð at brúka meira tíð upp á skaldsøguna í tvørgreinaligum høpi, t.d. í søgu og føroyskum, har meira verður gjørt við at arbeiða við øllum tí søguliga, sum skaldsøgan byggir á umframt at seta seg nærri inn í Svabo og verk hansara, tættirnar hjá Nólsoyarpálli og átrúnað og pátrúgv sum partur av lívinum hjá føroyingum.