Tíðindi
03.06.2025
Í Skúlanum í Eysturkommunu eru næmingar úr fimtan londum. Felags fyri næmingar, sum koma úr ávísum londum, er, at foreldur teirra leggja stóran dent á, at børnini fáa útbúgving.
- Hetta leggja foreldrini niður í børnini, og tey eggja teimum til at læra málið. Sjálvsagt hevur innara motivatiónin hjá barninum eisini nógv at siga, um tey vilja læra ella ikki. Er henda motivatiónin til staðar, síggja vit stóra og skjóta framgongd hjá børnunum. Hvussu virkin foreldrini eru í lívinum hjá børnunum hevur eisini stóran týdning; summi børn eru vaksin upp hjá øðrum enn foreldrunum í heimlandinum, ofta ommuni og abbanum, tí foreldrini hava arbeitt aðrastaðni. Hetta merkja vit eisini væl á børnunum og sambandinum millum børnini og foreldrini.
- Kemur næmingurin í ein flokk, sum frammanundan riggar væl, eru sannlíkindini fyri, at fleirmælti næmingurin fótar sær væl og skjótt, halda tey.
Hetta kunnu vera næmingar, sum taka væl ímóti nýggja næminginum, sum bara tosa føroyskt við viðkomandi, sum taka hann við til alt, og kanska tað sama við foreldrunum, sum eru orkurík og fevnandi. Øvut, riggar flokkurin ikki væl, og er orkan ikki til staðar, kann tað koppa øllum á høvdið. Tað hevði verið sera gott við tveimum lærarum í flokkunum, har vit hava tikið ímóti nýggjum næmingar, bæði fleirmæltum næmingum og næmingar úr øðrum skúlum.
Tá ið næmingur verður skrivaður inn í skúlan, er føst mannagongd. Foreldur og næmingur koma fyrst á vitjan og síggja skúlan og síðan flokkin, og síðan er móttøkusamrøða. Undir hesi samrøðuni greiða leiðsla og lærarar frá, hvat skal til í Føroyum at fáa eina útbúgving, og hvat skúlin væntar av næminginum og foreldrunum. Hesar samrøðurnar eru serligar og øðrvísi enn aðrar samrøður, eru Atli F. Johansen og Annika Katrin Joensen samd um.
- Onkursvegna flyta vit okkum eitt sindur longri inn í privatlívið hjá familjuni, enn vit annars gera, tá ið vit hava samrøður við foreldur. Men hetta er neyðugt, um kunningin, sum vit hava, skal gera mun, og tí vit samstundis vilja vísa, hvørji vit eru, og hvussu okkara mentan er. Vit hava samrøðuna út frá einum frymli, sum er gjørdur til endamálið. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu foreldur eru, og tað kemur meiri enn so fyri, at misskiljingar eru, og avtalur ikki verða hildnar. Vit gera altíð greiðar avtalur við foreldrini, og siga við tey, at tey eru týdningarmikil, tá ið talan er um at venja barnið við nýggja skúlan og flokkin. Okkara royndir eru, at tað er lættari at fáa foreldur og næmingar úr londum, sum ikki eru triðjalond, at skilja, hvat vit kunnu vænta og krevja av teimum, helst tí at tey minna meiri um okkum enn hini gera. Longu undir hesi samrøðuni fáa vit ein varhuga av, hvat vit kunnu vænta av næmingi og foreldrum. Vit eggja altíð foreldrunum at læra føroyskt og annars at vera virkin í frítíðini, soleiðis at tey verða integrerað í samfelagið. Í kommununi hava vit kvøldskúlatilboð um dagin, og har fara nógvir næmingar, eftir at frítíðarskúlin er liðugur. Hetta er sera gott fyri næmingarnar, tí her er eisini lektiukafé fyri fleirmæltar næmingar upp í triðja flokk í Skúlanum í Eysturkommunu.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2025.