Tíðindi

Hvat hava lesføri og lesivanar at siga fyri avrikini í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum?

Næmingar, sum lesa, hava betri lesiførleika, størri orðfeingi og eru vanari við skriftmálið. Hesir næmingar klára seg betur í støddfrøði, náttúruvísindum og lesing. Tað vísir PISA-kanningin.

14.09.2023

Lesing ella heldur vantandi lesing millum børn og ung hevur verið nógv umrøtt millum lærarar, granskarar og onnur seinastu árini. Spurningurin, sum ofta verður settur, er, um afturgongdin í lesing hevur ávirkan á onnur viðurskifti hjá tí einstaka, og um so er, hvørja.

Hava fagrar bókmentir annað enn undirhaldsvirði fyri lesaran? Er tað ikki bara natúrligt og í lagi, at næmingar fylgja við tíðini og lesa mest yvirskriftir og stutt tíðindi á talgildu miðlunum? Tíðindanøgdin er jú so rúgvusmikil og fjølbroytt, at vit klára ikki at fylgja við, men velja og vraka. Næmingarnir duga at brúka talgildar miðlar – er tað ikki framtíðin? Hví leggja so stóran dent á at lesa bøkur?

Kanningarnar av lesivanum hjá føroyskum børnum í 2017-18 og 2020-22 vísa, at børn og ung lesa minni, eldri tey verða. Í innganginum í lesivanakanningini 2017-18 vísa høvundarnir á, at lesiførleikin er týðandi fyri málsligu menningina, útbúgving og samfelag og ikki minst fyri at búnast sum menniskja.

Tað er sera umráðandi at venja seg við skriftmálið, tí tað er meiri samansett og abstrakt enn talumálið, bæði setningsbygnaðarliga, innihaldsliga og orðfeingisliga. Talumálið millum ung í dag er ofta merkt av, at nógv ensk orð eru blandað uppí, og tá er munurin millum talumál og skriftmál á føroyskum enn størri.

Triðja hvørt ár fara næmingar í 9. flokki til PISA-kanning. Lærugreinirnar, sum eru partar av PISA, eru lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Eitt av hesum evnum er høvuðsevni hvørja ferð, hóast øll eru við hvørja ferð. Í 2022 var høvuðsevnið støddfrøði. Í 2018 var høvuðsevnið lesing. Umframt at svara sjálvari kanningini, svaraðu næmingarnir eisini einum støðisspurnarblaði um hugburð, heimlig viðurskifti, lesivanar o.a.

Umleið helvtin av spurningunum í PISA 2018 snúðu seg um lesing og lesføri. Hesir spurningar eru ikki tøkir, tí nógvir teirra verða endurnýttir fyri at kunna bera saman frá kanning til kanning, men til ber at síggja bakstøðisspurningar, og hvat næmingarnir hava svarað.

PISA skilmarkar lesføri sum evnini at skilja, nýta, meta um, hugleiða og fyrihalda seg til tekstir fyri at røkka sínum málum.

Við tað at lesing var høvuðsøkið, og kanningin av lesivanum var løgd fram (malmenning.fo), var áhugavert at kanna, um PISA-kanningin kom til somu úrslit. 87 % av næmingunum í 9. flokki vóru til PISA, so úrslitini umboða næstan allan árgangin. Tað, sum eisini var áhugavert at kanna nærri, var, hvussu lesføri og lesivanar síggjast aftur í avrikunum í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum í sjálvari PISA-kanningini.

Næmingarnir verða bidnir at hugsa um ymisk sløg av lesitilfari, bæði talgildum og á pappíri.

59 % av næmingunum í 9. flokki í 2018 siga seg bert lesa, tí tey skulu (í skúlahøpi). Vit síggja eisini, at prosentparturin er øktur við 13 % frá 2009 til 2018.

Prosentparturin á teimum, sum siga, at lesing er eitt av teirra størstu áhugamálum, er tað sama í 2009 sum í 2018, nevniliga 16 %.

Til triðja svarið kann hugsast, at næmingar taka egin áhugamál við, t.d. upplýsingar um frítíðaráhugamál so sum vitan um fótbóltslið ella tónleikabólkar, instagramarar, youtubarar ella annað. Hesin parturin er hækkaður við 9 % síðan 2009. Tað kann hugsast, at atgongdin til internetið er orsøkin til, at prosentparturin økist.

Sagt á annan hátt siga bara 41 % av næmingunum í 9. flokki, at tey lesa meiri ella annað enn tað, tey skulu. Sambært lesivanakanningini frá 2017-18 siga bert 11 % av næmingum í 9. flokki seg lesa í frítíðini.

Seta vit svarini til áðurnevnda spurningi í samband við stigini, somu næmingar hava fingið í støddfrøði, lesing og náttúruvísindum, eru tað 46 prosent í 2009 og 59 prosent í 2018, sum bert lesa, tá tey skulu (í skúlahøpi), fáa munandi færri stig í støddfrøði, lesing og náttúruvísindum. Lesføri hevur sostatt stóra ávirkan á fakligu úrtøkuna sum heild.

Hví er tað soleiðis?

Næmingarnir, sum lesa, hava betri lesiførleika, størri orðfeingi, eru vanari við skriftmálið, duga kanska betur at hugsa skilvíst um, hvussu tey skulu loysa eina uppgávu og eru treystari. Kanningin av skriviførleikanum hjá næmingum í 9. flokki, sum Lydia Didriksen gjørdi, og sum hevur staðið í Skúlablaðnum, vísir sera týðiliga, at lesiførleikin ávirkar skriviførleikan. Tað merkir, at førleikin at orða seg rætt, greitt og fjølbroytt fellur, tá lítið verður lisið av bókmentum.

Les alla greinina, sum Asta Wolles, ráðgevi á Námi hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2023.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni