Tíðindi
17.09.2024
Punktum er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana í øðrum samanhangi.
Í samrøðu í seinasta Skúlablaði svarar høvundurin spurningum um, hvussu arbeiðið at gera handbókina kom í lag.
- Tá ið eg so fór at arbeiða sum lærari í Skúlanum á Fløtum, saknaði eg nýtt føroyskt undirvísingartilfar. Okkurt var komið til miðdeildina, men hádeildin brúkti tilfar, sum var 20 ára gamalt. Tað er tó einki galið við at brúka tilfar, sum hevur nøkur ár á baki. Eg veit, at fleiri lærarar enn eru glaðir fyri arbeiðsheftini hjá Jeffrei Henriksen frá 1980. Men sjálvur helt eg, at vit áttu at havt nýtt og dagført tilfar.
Hvat er øðrvísi við Punktum í mun til aðrar mállærubøkur?
Punktum er ein bókaheild við einari grundbók og trimum arbeiðsheftum, einum til hvønn árgang í hádeildini. Uppgávurnar í arbeiðsheftinum eru gjørdar soleiðis, at tú skalt lesa í grundbókini, meðan tú loysir uppgávurnar. Soleiðis líkist hon øðrum bókaheildum.
Undanfarnar mállærur hava annars antin bara havt einnýtistilfar (Eg skrivi, Stutt mállæra o.s.fr.) ella bara eina grundbók (Mállæra – Árni Dahl, Paulivar Andreasen).
Innihaldsliga havi eg lagt meg eftir í størri mun at greiða frá mállæru sum eitt málástøði heldur enn formalistiskt at lýsa bendingarsnið og yvirlit annars. Størri dentur er lagdur á orðalagslæru og orðmyndan enn í øðrum mállærum. Har verður gjørt eitt sindur burtur úr at lýsa fallstýring í eini roynd at seta betri orð á, hvussu og hví vit benda í føroyskum. Ung í dag hava ikki eins góða føling fyri føllum og kyni. Vit hava eisini nógv fleirmælt í Føroyum í dag, sum ikki eru vaksin upp við bendingum.
Hvussu brúkar lærarin Punktum skilabest?
Tað er ein góður spurningur. Mállæruheildin er gjørd soleiðis, at tú sum lærari kanst halda teg til ein “tryggan” leist, har tú gjøgnumgongur mállæruheftini – eitt til hvønn árgang. Heftini eru við vilja ikki gjørd ov long, so tíð eisini er til mállæruarbeiði av ymsum slag. Grundbókin hevur fleiri venjingar, sum flokkurin kann gera í felag ella í heftum/teldum. Ein kringur lærari kann saktans bara brúka grundbókina saman við netuppgávum og øðrum.
Men sjálvandi skal lærarin brúka seg sjálvan í undirvísingini og dúva upp á síni didaktisku evni. Gott er t.d. at klippa orð úr bókum og líma tey á pappír, sum flokka tey í orðaflokkar. Nakað líknandi kann gerast við setningagreining. Eg plagi sjálvur at fáa næmingar at leggja rættskrivingarreglur úr grundbókini fram fyri hvørjum øðrum.
Tað er snilt at geva næmingum fyri at lesa í grundbókini ella at gjøgnumganga síður í bókini á einari samvirknari talvu. Men sum við øllum øðrum undirvísingartilfari er umráðandi, at lærarin skipar undirvísingina. Bókin er bara tilfar.
Nám hevur givið Punktum út.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 4, 2024.