Hagtalsgrein
Fólkaskúlar og næmingatal í miðal pr. skúla
Skúlaárið 2023/24 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 7020, og teir ganga í 39 fólkaskúlum kring landið. Harafturat eru 167 næmingar, sum ganga í teimum trimum frískúlunum. Næmingatalið í fólkaskúlunum er frá tveimum næmingum í Húsar/Syðradals skúla í minsta skúlanum, til 776 næmingar í størsta skúlanum, ið er Skúlin á Fløtum.
Fólkaskúlalandslagið er broytt, so tað nú eru færri fólkaskúlar, talið av lítlu bygdaskúlunum er minkað, og tað eru tveir skúlar, ið eru nakað størri enn aðrir.
Ein orsøk er minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at tað ikki eru børn í skúlaaldri eftir í bygdini, ella at kommunan ella foreldrini hava valt at skriva børnini inn í ein størri skúla. Seinastu 10 árini eru skúlar við 50 næmingum og færri fækkaðir, í 2008 vóru tað 33 skúlar við færri enn 50 næmingum, meðan hesir skúlar í dag eru 15 í tali.
Ein annar partur í minkingini í talinum av fólkaskúlum eru samanlegging av skúlum. Í sambandi við samanleggingina til Eysturkommunu vóru skúlarnir í Gøtu og Leirvík í 2013 lagdir saman í Skúlan í Eysturkommunu, og í 2015 vóru skúlarnir í Klaksvík lagdir saman í skúlan Á Skúlatrøð, og Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir í Skúlan á Fløtum.
Aðrar hagtalsgreinar
-
12.11.2025Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini
-
11.11.202539 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
04.11.202575 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum
-
11.07.202555 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
01.07.202536 nýklaktir lærarar