Hagtalsgrein

73 umsóknir til læraraútbúgvingina

07.07.2024
Samanborið við í fjør og árið fyri er talan um eina hækking; talið var 52 í 2023 og 64 í 2022.

Tað er at fegnast um, at talið av umsóknum aftur er vaksið. Tað eru 73 umsóknir til læraraútbúgvingina í ár, og tað svarar til eitt miðal ár av umsóknum, síðan útbúgvingin varð skipað sum bachelorlestur á Námsvísindadeildini í 2008.

Talið av umsóknum hevur verið dalandi seinastu trý árini, tí er gott at síggja, at tað aftur eru fleiri, sum hava søkt til lærara. Vit varnaðust lága talið á umsóknum í 2019, tá bara 52 umsóknir vóru, men í 2020 vóru fleiri umsøkjarar. Gongdin frá 2020 til 2023 var tó tann, at talið av umsóknum lækkaði ár fyri ár, tí hava vit bíðað spent eftir talinum á umsóknar í ár. Gongdin, at talið av umsóknum bleiv minni ár fyri ár frá 2020 til 2022, var ikki haldbar, tí mugu viðkomandi partar hyggja at, hvat vit kunnu gera til komandi ár, so vit ikki koma í somu støðu aftur.

Vit hava ikki fleiri ung í Føroyum, sum vilja útbúgva seg, enn tað sama. Nú talið á útbúgvingum á Setrinum er vaksið, og tveir flokkar vera tiknar inn til nakrar útbúgvingar, samstundis sum tað er hákonjunkturur í samfelagnum, og læruplássini tróta ikki, so er størri trýst á at fáa nokk av umsóknum til siðbundnu útbúgvingarnar.

Í miðal hava tað verið knapt 75 umsóknir til læraraútbúgvingina árini frá 2008 til 2024, og tað árið, tað vóru flestar umsóknir, var í 2016, tá vóru 91 umsóknir.

Umsóknir til læraraútbúgvingina í miðal: 74,5

Ár Umsóknir

2024 73

2023 52

2022 64

2021 75

2020 84

2019 52

2018 73

2017 68

2016 91

2015 86

2014 68

2013 83

2012 87

2011 81

2010 83

2009 71

2008 76