Hagtalsgrein
36 nýklaktir lærarar
Síðan læraraútbúgvingin varð skipað sum B.Ed. á Námsvísindadeildini í 2012, hava 438 lokið prógv sum fólkaskúlalærari, 133 menn og 305 kvinnur. Tað svarar til 30 % menn og 70 % kvinnur, og býtið av monnum og kvinnum samsvarar við býtið í fólkaskúlanum, har ein uppteljing í 2023 vísti, at av lærarunum í fólkaskúlanum vóru 28 % menn og 72 % kvinnur.
Aftrat teimum, sum verða útbúgvin sum lærari á Námsvísindadeildini, verða nøkur eisini útbúgvin sum lærari í Danmark, umleið fimm á hvørjum ári.
Í Føroyum eru vit í tí góðu støðu, at vit útbúgva nóg nógvar lærarar til fólkaskúlan. Saman við Finnlandi eru Føroyar einasta Norðurlandið, sum hevur nóg nógvar útbúnar lærarar. Felags fyri hini Norðurlondini er, at tey útbúgva ov fáar lærarar til fólkaskúlan, og tey hava eisini ilt við at fáa nóg nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina.
Aðrar hagtalsgreinar
-
11.11.202539 fólkaskúlar og tveir frískúlar
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
04.11.202575 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum
-
11.07.202555 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
07.07.202473 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
10.06.2024224 næmingar við útlendskum uppruna