Tíðindi
01.08.2025
Danir vóru skelkaðir, tá ið miðlarnir í Danmark á vetri 2024 søgdu frá kynsligum ágangi, sum var framdur á børn í einum skúla í býnum Borup í Miðsælandi. Stutt eftir kom eitt annað mál um harðskap og ágang undan kavi í einum skúla í Agedrup tætt við Odense. Hvussu kundi hetta henda? Hvat er galið við hesum børnunum – og foreldrunum hjá teimum? Og hvussu skulu tey ábyrgdast fyri tað, tey hava gjørt?
Í yvirskriftunum og teimum týðiligu, gulu bjálkunum í sjónvarpstíðindasendingunum vóru orð sum neyðtøka, valdstøka, ágangur, brotsmenn og offur brúkt – orð, sum vit kenna aftur úr brotsfrøði, og sum ger tað lætt at peika eftir teimum óndu og góðu, men so einfalt er tað ikki, um vit hyggja at málinum út frá einum námsfrøðiligum sjónarhorni og saman við serfrøðingum kava niður í, hvat vit hava lært av málunum í Borup og Agedrup; og ikki minst, hvussu vit fyribyrgja, at líknandi hendir aftur onkra aðrastaðni.
”Vit eiga fyrst og fremst at sleppa stigmatiseringini av børnunum,” sigur Claus Munch Drejer, ph.d. í samfelagsvísindum. Hann arbeiðir eisini við verkætlanini Stop Skolevold, sum hann er við at leggja síðstu hond á. Tað er Offurgrunnurin, sum fíggjar verkætlanina, og tað ger, at hann hyggur at hesum málunum úr sjónarhorninum hjá ofrunum og familjum teirra.
Tá ið tað er sagt, dámar Claus Munch Drejer ikki, at vit peika á børn sum tey, ið fremja ágangin, neyðtøkurnar og brotsgerðirnar. Tað stigmatiserar børnini í so stóran mun, at tað er trupult hjá teimum at koma aftur í vanliga gerandisdagin í skúlanum. Tað ger eisini kjakið ov svart-hvítt, heldur hann.
Hóttir við TikTok
Eitt, sum gongur aftur í kanningini hjá Claus Munch Drejer, er, at tað ofta eru eldri næmingar, sum fremja ágangin ímóti yngri børnum, at ágangurin er farin frá yvir langa tíð, og at hann næstan altíð er filmaður.
”Upptøkur verða ofta brúktar at hótta ofrið til at tiga um ágangin og ikki siga hvørki foreldrum ella lærarum frá. Gera tey tað, verða upptøkurnar lagdur út á TikTok,” sigur Claus Drejer, sum í kanningini allýsir harðskap sum likamligan og sálarligan – íroknað talgilda happing og hóttanir.
”Foreldrini finna ikki út av, hvat er hent, fyrr enn børnini ikki orka meiri,” sigur hann.
Ágangur tyngir familjur
Tað er júst sjónarhornið hjá foreldrunum, sum er snúningsásin í kanningini hjá Claus Munch Drejer. Tey eru í stóran mun eisini offur í slíkum málum. Í nógvum familjum, hann hevur tosað við, er tað endað við, at barnið er nógv burtur úr skúlanum og fær undirvísing heima, og tí er ógviliga vanligt, at annað foreldrið fer í farloyvi frá arbeiðinum fyri at vera heima hjá barninum.
”Tað hevur ógviliga stóra ávirkan á familjulívið og setir djúp varandi spor hjá bæði børnum og foreldrum, sum standa eftir við einum slagi av posttraumatiskari strongd,” sigur Claus Munch Drejer.
Ein onnur orsøk til, at kanningin er gjørd úr sjónarhorninum hjá foreldrum, er, at hann og foreldrini meta, at tað rætt og slætt er ov trupult og traumatiserandi fyri børnini at siga frá áganginum og eyðmýkingini, sum teimum hava verið fyri. Foreldrini hjá børnunum, sum hava verið fyri áganginum, og Claus Munch Drejer hevur tosað við, eru ógviliga ólukkulig, men samstundis eru tey ógviliga sakligt, tá ið tey í samrøðu vísa, hvussu ræðulig støða teirra er, sum mangan kemur í, tí tey ikki føla, at tey fáa neyðuga stuðulin frá skúlanum.
”Skúlunum vantar sum heild virkisætlanir at seta inn við. Tað er ein skipan, sum sigur, hvussu teir eiga at handla og bera seg at sum skúli, tá ið ágangur fer fram millum børn í skúlanum. Eingin skipað uppfylging er, og eingin, sum noterar alt, sum hendir,” sigur Claus Munch Drejer.
Hetta hevur við sær, at børnini og foreldur teirra eru einsamøll við trupulleikunum, sum tey sjálv skulu takkla. Men tað elvir eisini til misálit hjá foreldrunum til skúlaleiðsluna og lærararnar, og eina kenslu av, at ágangurin, sum er framdur ímóti barninum, ikki verður tikin í álvara.
Tí er Claus Munch Drejer nú, við støði í kanningini, í ferð við at gera ein frymil fyri, hvussu skúlar kunnu arbeiða út frá eini ítøkiligari virkisætlan, tá ið harðskapur ella ágangur koma fyri millum næmingarnar. Virkisætlanin skal tryggja, at næmingar, sum eru fyri harðskapi ella ágangi, trygt kunnu koma aftur í skúlan í næstu framtíð. Hann hevur søkt um stuðul at seta á stovn ein vitanardepil, sum skal savna inn vitan og royndir á økinum. Ein slíkur depil fer at tryggja, at vit í framtíðini skjótari kunnu seta inn við átøkum, sum eru granskingargrundað, tá ið ymiskt hendir í skúlanum.
Foreldur kenna seg einsamøll
Claus Munch Drejer er sannførdur um, at orsøkin til, at skúlarnir ikki hava møtt næmingunum og foreldrunum nóg væl, er trot á orku. Tað eru ikki nóg nógvir lærarar og starvsfólk annars at fyribyrgja, at hesir tilburðirnir henda, eitt nú við at tryggja góð spæliumhvørvi fyri børnini.
”Tá ið harðskapur ella ágangur fer fram millum børn, er tørvur á dugnaligum professiónellum starvsfólki, lærarum, námsfrøðingum og leiðslum, sum kunnu fevna børnini og foreldur teirra, stuðla teimum og tryggja børnunum, at tey kunnu koma trygt aftur í skúla,” sigur hann.
Men tað er tíverri langt frá tí veruleika, sum foreldrini siga frá í kanningini. Tey føla seg máttleys og við kensluni av at vera púra einsamøll og sjálv søkja um stuðul og hjálpt og enntá eisini fíggja hana.
”Tey foreldrini, sum eg havi tosað við, siga frá stórum mismuni, tá ið talan er um, hvussu skúlin og foreldrini skoða illstøðuna, og tað hevur nógv at siga fyri, hvat síðan hendir, um skúlin viðurkennir tað, sum er hent, sum ágang. Ger skúlin ikki tað, handlar hann heilt einfalt ikki,” sigur Claus Munch Drejer.
Vantandi dialogur og viðurkenning føra ofta til, at samstarvið millum skúlan og heimið fær ein støkk, og tað er eisini við til at gera tvístøðuna ella illstøðuna verri. Ofta endar tað við, at foreldrini taka barnið úr skúlanum og flyta tað í annan skúla, sigur hann.
Ikki nóg góðan námsfrøðiligan stuðul
Vónloysi og máttloysi, sum eyðkennir foreldrini, hvørs børn fremja ágang og eru fyri ágangi av øðrum børnum, sæst aftur í foreldraráðgevingini í Skúla og foreldur. Rikke Alice Bille, sum er leiðari har, veitir ráðgeving og stuðul til foreldur, sum uppliva tvístøður, illstøður ella avbjóðingar við børnum sínum í skúlanum.
Hon sigur frá, at foreldur venda sær til ráðgevingina og spyrja eftir, hvat skúlin kann gera, og hvussu mann kann seta námsfrøðilig tiltøk í verk, sum fyribyrgja ógvisligari atferð hjá næmingum. Men foreldrini hava kensluna av, at skúlin tekur ikki áheitanirnar í álvara, tá ið tey venda sær til skúlan við stúran um børnini.
”Vit fáa áheitanir frá ørkymlaðum foreldrum, sum hava børn, ið hava ógvisliga atferð, eitt nú sláa onnur børn, og sum hava roynt at fingið stuðul til børnini í skúlanum, men skúlin ger einki at fyribyrgja, og tí versnar atburðurin,” sigur hon.
Samstarv heldur enn revsing
Á sama hátt sum foreldrini hjá teimum, sum hava verið fyri happing, eftirlýsa eisini foreldrini hjá børnum, sum hava eina ógvisliga atferð, at ein námsfrøðilig ætlan verður gjørd fyri, hvat skal henda, tá ið børnini koma aftur í skúla.
”Tey stúra fyri, at um barnið fer aftur til somu karmar, er vandi fyri, at atferðin endurtekur seg. Tí er tørvur á greiðum samskiftis- og samstarvsreglum, tá ið vit viðgera mál, sum vit hava verið, bæði tá ið talan er um foreldur og børn og avvarðandi í flokkinum, soleiðis at vit kunnu forða, at málini gerast verri og samstundis tryggja, at øll børn fáa hjálp,” sigur hon og leggur aftrat:
”Foreldrini siga frá, at børnini trívast ógviliga illa, og at tey vilja, at børnini kunnu gerast partur av felagsskapinum.”
Rikke Alice Billes heldur, at skúlar eftir tilburðirnar í Borup- og Agedrup eru skjótari at revsa harðliga. Til dømis endaði ein illstøða í eini fimleikahøll við, at skúlin burturvísti ein næming, sum nú er endaður á psykiatriskari deild orsakað av ógvisligari strongd.
”Tað er stórur vandi fyri, at trupulleikarnir gerast verri við at revsa harðliga – og enntá at elva til nýggjar ógvisligar trupulleikar,” sigur hon.
Revsingar eru ikki burðardyggar
Gro Emmertsen Lund er eisini ivasom, tá ið talan er um at revsa í málum, har børn fremja ágang ímóti børnum. Hon hevur eina ph.d. í námsfrøðiligum tilgongdum hjá skúlum og arbeiðir sum sjálvstøðugur útbúgvingarserfrøðingur í trupulleikarhandfaring hjá skúlum. Hon sigur:
”Vit vita frá donskum og altjóða kanningum, at revsing ikki er munadyggur háttur at koma happing og ágangi til lívs. Tey, sum eru fyri ágangi og happing, fáa ikki ta hjálp teimum tørvar, og tað fáa næmingarnir, sum fremja ágangin, heldur ikki. Tað, tey hava brúk fyri, er nevniliga hjálp til eina betri atferð. Men burturvísing førir ofta við sær, at tey detta uttan fyri skúlatilboðini, og tað økir um vandan fyri, at hesir næmingarnir koma í hóslag við bólkar og bandar, sum fremja brotsgerðir. Á henda hátt kann ein burturvísing føra til eitt ungdómslív sum kriminellur og so hvørt sosialt útihýstur í samfelagnum.”
Trupulleikin er lutvíst, at vit skapa nýggjar samfelagsligar trupulleikar, men eisini at eingin lærir nakað av hesum slagnum at handfara trupulleikar – hvørki tann, sum er fyri ágangi, tann, sum fremur ágangin, skúlin ella samfelagið.
”Vit eiga ístaðin fyri at ábyrgda næmingarnar fyri tað, teir gera. Vit eiga at seta tey andlit til andlits við tað, tey hava gjørt, og hvørjar avleiðingar tað hevur fyri tey, sum tað gongur út yvir. Og harumframt eisini taka tey við, tá ið vit loysa trupulleikarnar. Tað er í grundini ein ógviliga krevjandi tilgongd fyri tey og áleggur eisini nógv meiri ábyrgd enn bara at revsa,” sigur Gro Emmertsen Lund og leggur aftrat, at tað í slíkum málum eisini er tørvur á at styrkja skúlafelagsskapin og endurstovna eitt slag av tryggleika í skúlanum aftur.
Hon mælir ítøkiliga til – í samráð við skúlaleiðsluna ella lærararnar – at arbeiða út frá einum námsfrøðiligum hátti, soleiðis at partarnir koma til eina felags fatan av, hvar øll eru í málinum fyri á tann hátt at taka frástøðu frá keðiligu atferðini, sum hevur verið, uttan at nakar skal revsast.
”Í besta føri kann ein næmingur, sum hevur verið atvoldin til, at onkur annar næmingur er komin til skaða, ásanna vavið av sínum gerðum og royna at bøta um tað,” sigur Gro Emmertsen Lund.
Kelda: skoleogforaeldre.dk