Tíðindi
09.07.2025
Løgtingið hevur samtykt broyting í fólkaskúlalógini, ið ásetur, at frá skúlaárinum 2025/26 skulu ikki vera fleiri enn 22 næmingar í hvørjum 1. flokki. Síðan verður broytingin sett í gildi í øllum flokkum næstu níggju skúlaárini, men áðrenn lógin er komin í gildi, hevur landsstýrismaðurin givið Tórshavnar kommunu loyvi at víkja frá lógini og hava 24 næmingar í 1. flokkunum.
At Tórshavnar kommuna er í trupulleikum at fáa pláss til børnini í forskúlanum og fyrsta flokki í Skúlanum á Argjum og í Skúlanum á Fløtum, so at børnini kunnu ganga í skúla saman við vinunum í grannalagnum, skyldast óhepnar politiskar raðfestingar í kommununi. Tað er ikki loysnin bara at koyra fleiri børn í hvønn flokk, tí at kommunan er komin sær í trupulleikar.
Á Argjum er nógv bygt, og barnatalið er vaksið, men Skúlin á Argjahamri hevur bara pláss fyri tveimum flokkum í hvørjum árgangi. Sama skil er í Skúlanum á Fløtum, har nógvar familjur eru fluttar í skúlaøkið, men skúlin hevur bara pláss til tríggjar flokkar í hvørjum árgangi. Afturat tí er Skúlin á Fløtum samanlegging av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum; teir skúlarnir høvdu pláss til tveir flokkar í hvørjum árgangi hvør. Tá skúlaøkið kring Skúlan á Fløtum fór frá at hava fýra flokkar í hvørjum árgangi til bara tríggjar flokkar, sum pláss er fyri á Fløtum, var væntandi, at tað bleiv plásstrot í skúlanum, og nú er sjón fyri søgn.
At síggja til hevur Tórshavnar Kommunan bara pressað á fyri at fáa fleiri børn í hvønn flokkin, tí skúlarnir á Argjum og á Fløtum eru ov smáir, og landsstýrismaðurin hevur givið kommununi undantak, so at allir flokkar í Tórshavnar kommunu kunnu hava upp til 24 næmingar í 1. flokki bæði í 2025 og aftur í 2026. Men tað kann ikki vera loysnin, at lærarin nú skal hava ábyrgdina at fleiri børnum, tí at ætlanin við at lækka floksstøddina var, at lærarin skuldi hava betri tíð til einstaka næmingin.
Eg undrist á raðfestingarnar hjá kommununi og loysnina at koyra fleiri børn í hvønn flokk. Tað undrar eisini, at landsstýrismaðurin gevur kommununi heimild til at fara upp um 22 næmingar, áðrenn lógin kemur í gildi. Hvat verður so næstu ferð, tá ein kommuna ikki hevur pláss í skúlanum? Verður so bara heimild givin til at koyra floksstøddina enn longri upp?
Tá løgtingið einmælt samtykti í mai 2024 ásetingar um næmingatalið í hvørjum flokki, at 22 næmingar er ovaramark, so eiga vit at halda okkum til tað. At ein kommuna ikki hevur bygt skúlan út til tørvin, er ikki haldgóð grund til, at landsstýrismaðurin bara gevur kommununi heimild til at fylla fleiri næmingar í hvønn flokkin; tá tað var so lætt at víkja frá lógini hesaferð, hvat verður so tað næsta?