Tíðindi

Gentur við ADHD í serligum vanda at fáa angist

Tað er vanligari hjá gentum við ADHD at líða av angist enn hjá dreingjum, men nú hava granskarar funnið út av, at sambandið millum ADHD og angist er ymiskt hjá gentum og dreingjum.

06.06.2025

Granskarar við NTNU hava funnið nýggj sambond millum ADHD og angist. Nógv ung stríðast av bæði ADHD og angist. Tað er vanligt at síggja, at tey, sum hava ADHD, eisini hava angist. Tað nýggja, sum granskarar hava funnið út av, er, at sambandið millum ADHD og angist er ymiskt hjá gentum og dreingjum.

Ymiskt hjá gentum og dreingjum

ADHD er til í nógvum brigdum. Tað, sum granskarar nú hava funnið út av er tongt at tí eina brigdinum, sum hevur við óuppmerksemi at gera. Tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum hava hetta slagið. Dreingir hava oftari eitt annað brigdi, sum hevur við hyperaktivitet/impulsivitet at gera. Summi kunnu hava bæði brigdini. 

– Fyrst og fremst síggja vit sambandið til angist í ADHD-brigdinum, sum hevur við óuppmerksemi at gera. Og vit síggja, at hetta er serliga galdandi fyri gentur, sigur Lars Wichstrøm, professari við Instituttið fyri sálarfrøði á NTNU.

Ovfarin av ymisleikanum

Tað er fyrstu ferð, at granskarar kanna – og vísa á – at sambandið millum ADHD og angist er ymiskt fyri kynini, og at tað serliga er talan um óuppmerksemi.

– Vit høvdu roknað við, at tað er munur á kynunum, tá ið talan er um hesi viðurskiftini, men vit høvdu ikki roknað við, at munirnir eru so stórir, sigur Wichstrøm.

Hann leggur dent á, at teir hava kannað óuppmerksemi sum eyðkenni av ADHD og ikki ADHD sum eina líðing.

Plágur ávirka hvørja aðra

Hesar báðar plágurnar ella líðingarnar síggja út til at gera hvørja aðra verri. Sannlíkindini hjá gentum, sum hava brigdið óuppmerksemi tongt at ADHD, eru størri fyri eisini at hava angist í barna- og ungdómsárunum. Og angist í ungdómsárunum økir sannlíkindini fyri, at óuppmerksemið versnar. Hjá dreingjum hava granskarar ikki sæð henda samanhangin í sama mun millum angist og óuppmerksemi. Hinvegin síggja teir, at øktur hyperaktivitetur-impulsivitetur í teimum fyrstu skúlaárunum økir sannlíkindini fyri at fáa angist.

Gentur stríðast

Plágan av angist økist munandi í ungdómsárunum, serliga hjá gentum. Henda kanningin vísir, at fyrr angistin verður staðfest, og fyrr tað verður farið undir munadygga viðgerð av linna um óuppmerksemið, jú størri eru sannlíkindini fyri, at angistin minkar seinni. Á sama hátt kann viðgerð av angist minka um sannlíkindini fyri, at serliga gentur hava trupulleikar av uppmerksemi.

At ein og sami persónur hevur bæði ADHD og angist er væl kent, men øll frágreiðingin er ikki, at ADHD og angist hava nøkur felags eyðkenni, sambært Wichstrøm. Hann sigur, at tey eisini vita, at eyðkennini av ADHD og angist kunnu vera ógviliga ymisk yvir tíð.

– Hví tað er soleiðis, vita vit ikki.

Fara undir radaran

Umleið fimm prosent av børnum og ungum hava ADHD, verður mett. Gentur, sum hava brigdið óuppmerksemi, verða vanliga fataðar sum smædnar, droymandi, burturhugaðar, innanhoknar og fjarar – enntá dovnar. Tá ið tær eru lítlar, flúgva tær mangan undir radaranum, tí tær gera lítið hóvasták burtur úr sær sjálvum ella órógva onnur. Einasta eyðkennið, tær hava, er, at tær eru ikki uppmerksamar. Tað er trupult at skilja hetta frá bara at vera vanliga fjarur ella at gloyma illa og órudda nógv.

Fáa ikki hjálp

Hetta hevur við sær, at gentur ofta fáa diagnosuna seinni í lívinum og tí ikki fáa gagn av viðgerð, tiltøkum og hjálp, sum kann avmarka útviklingina at angist seinni, sigur Wichstrøm.

Dreingir hava oftari tað slagið av ADHD, sum hevur brigdið hyperaktivitet/impulsivitet. Tað er bæði lættari at hoyra og síggja teir stríðast við órógv og annað líknandi, so sum ikki megna at vera stillur ella at bíða eftir vaksnum. Tí fáa teir fyrr diagnosu og skjótari hjálp.

Stríð og at kenna seg uttanfyri

Børn, sum stríðast við at ogna sær grundleggjandi førleikar, kunnu uppliva at vera útihýst, happað og annað, sum er tyngjandi.

– Persónligt og sosialt trýst kann føra til stúran, angist og katastrofuhugsanir. Gentur eru verri fyri, tá ið talan er um at vera fyri negativum hendingum ella happing. Tær reagera oftari við at verða tunglyntar enn dreingir gera, sigur Wichstrøm, sum hevur granskað nógv í angist og tunglyndi hjá ungfólki.

ADHD uppdagað umvegis angist

Granskarar vita enn ikki, um felagseyðkenni eru aftanfyri og stýra, at onkur fær bæði angist og ADHD. Tað, teir vita, er, at jú eldri tú ert, tá ið diagnosan verður sett, vanligari er tá talan um brigdið óuppmerksami.

– Sum heild er tað soleiðis, at tá ið ungfólkini nærkast tannáringaárunum, økjast sannlíkindini fyri angist ógviliga nógv – serliga hjá gentum. Samstundis er tað ikki fyrr enn tá, at tað mangan verður staðfest, at talan eisini er um ADHD, sigur Wichstrøm.

Tekin í 8–10 árs aldri

Granskararnir vóna, at tað, teir hava funnið út av, kann vísa, at tað hevur týdning at staðfesta ADHD hjá børnum tíðliga.

– Angist verður ógvisligari longu í 12 ára aldri. Um vit fáa eyga á trupulleikarnar við óuppmerksemi, áðrenn børnini eru um 8 ár, kunnu vit kanska linna ella forða, at tað broytist til angist, sigur professarin.

Granskararnir leggja dent á, at tørvur er á meiri vitan um tær intrikatu koplingarnar millum kynini, ADHD og angist. 

Eitt fet aftrat kann vera at fáa prógvað tað, sum ein uppaftur størri kanning vísir. Wichstrøm heldur, at vit eiga at seta størri sjóneyku á tær yngstu genturnar.

Mugu hjálpa teimum, sum hava diagnosuna

Wichstrøm veit sjálvsagt av kjakinum um yvirdiagnostisering av ADHD. Hann afturvísir ikki, at ov nógv fáa diagnosuna.

– Hóast tað kanska er so, so mugu vit greina fyri ADHD og finna tey, sum veruliga hava diagnosua og hjálpa teimum, sigur hann.

Um kanningina

Kanningin hjá NTNU er ein eygleiðingarkanning. Hon byggir á upplýsingar frá 1000 børnum, sum er fødd í 2003 og 2004 og foreldrum teirra. Granskararnir hava fylgt luttakunum annaðhvørt ár frá børnini vóru 4 til tey vóru 18 ár. Nú eru tey vaksin – 22 ár til heystar.

Kelda: forskning.no

Mynd: iStock


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni