Tíðindi

Førleikamálini í nýggju námsætlanini í støddfrøði víðkað

Við nýggju námsætlanini verða førleikamálini víðkað, og hetta fer væntandi eisini at broyta, hvussu vit hugsa, skipa og tosa um støddfrøði í fólkaskúlanum. Hetta er spennandi, og at seta í verk nýggju námsætlanina kann hugsast at gerast ein uppgáva fyri støddfrøðivegleiðararnar, sigur Anja Mortensen, forkvinna í Støddfrøðivegleiðarafelagnum.

24.06.2025

Nú nýggj námsætlan eftir ætlan verður sett í verk, er tað upplagt, at støddfrøðivegleiðararnir yvirskipað eru ein partur av at seta hana í verk, at hjálpa og vegleiða leiðslur og lærarar. Tað heldur Anja Mortensen, forkvinna í Støddfrøðivegleiðarafelagnum. 

- Tað gevur meining, at vit samstarva, so einstaka leiðslan ella lærarar ikki kenna seg ov einsamallar við uppgávuni. Við teimum fáu tímunum, sum eru settir av til støddfrøðivegleiðarar, gevur tað best meining, at uppgáva okkara er yvirskipað, tí tað verður vónleyst til dømis hjá mær, við annars fullari tímatalvu og flokslærarauppgávu, at røkka inn í allar støddfrøðitímarnar í skúlanum. 

Í skúlunum eru støddfrøðilærarar við í faktoymisfundum, og tá ið talan er um støddfrøði, stendur støddfrøðivegleiðarin fyri tí. Støddfrøðivegleiðarar skulu sum partur av førleikastovuni í samráð við leiðslu skúlans eisini vera við til at orða og menna støddfrøðiundirvísing skúlans, at fylgja við í eftirmetingum í støddfrøði og vegleiða í sambandi við úrslit í royndum, og at seta í verk styttri undirvísingarátøk og menningarátøk í støddfrøði. 

- Stutt sagt skulu vit hava fingurin á pulsinum. Vit skulu vita, hvat gongur fyri seg í støddfrøðiheiminum, og vegleiða, um onkur hevur brúk fyri okkara fakkunnleika. Í løtuni verða ikki fleiri støddfrøðivegleiðarar útbúnir, so vit gerast í grundini við tíðini bara færri. So nakrir støddfrøðivegleiðarar arbeiða í tveimum skúlum. Tað ber til, men tað merkir samstundis, at vegleiðarar eru ikki í øllum skúlanum.  

- Sum økið í dag er skipað, eru ikki tímar til at fara djypri inn í uppgávuna. Frælsið við tímunum ger tó, at vit kunnu arbeiða nógv eina tíð og eitt sindur minni aðrar tíðir. Men uppgávan er stór, har vit eisini eru við til foreldrafundir. So ein partur av arbeiðinum liggur natúrliga eftir skúlatíð. 

Les alla samrøðuna við Anju Mortensen, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 3, 2025. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni