Tíðindi
05.05.2025
Føroyar skulu vera heimsins besta samfelag hjá børnum at vaksa upp í við bestu umstøðum at mennast og trívast.
Tað er breið, politisk semja um og staðfest í semjuskjali, sum umboð fyri landsstýrið, Føroya kommunufelag, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Løgmálaráðið skrivaðu undir í Tinganesi 28. mars í 2023.
Sum liður í semjuni er nýskapandi verkætlan sett á stovn. Talan er um Føroya fyrstu barnaverkætlan. Yvirskipaða endamálið er at tryggja, at øll børn og ung í Føroyum fáa nøktandi umstøður at trívast og mennast og verða loftað til tíðina, tørvar teimum hjálp og stuðul.
Endamálið er eisini at tryggja betri samstarv og nøktandi tænastuveitingar tvørtur um geirar, eitt nú millum land og kommunur, millum stovnar og ráð, umframt aðrar avvarðandi og týðandi partar. Til dømis Undirvísingarstýrið og Nám, men eisini millum dagstovnar, skúlar, Almannaverkið, Sernám, Gigni, barna- og ungdómspsykiatriina, Barnabata, Megd og Fróðskaparsetrið.
Málið er, at einki barn skal detta burturímillum og heldur ikki millum skipanir, men verða loftað beinanvegin. Til tað endamálið er ætlanin at menna eina sterka grundskipan, sum skal styrkja og menna samstarvið tvørtur um geirar. Múrar skulu brótast niður, og forðingar takast burtur, so samstarvið verður so gott og so smidligt sum gjørligt.
Eitt verkætlanartoymi er sett at samskipa arbeiðið. Verkætlanarstjóri og leiðari fyri hesum toymi er Steinbjørn Hardlei, og honum hava vit sett stevnu til eitt prát um barnaverkætlanina, og hvat arbeiðið fer at merkja fyri fólkaskúlan.
Fólkaskúlin er ein ógviliga týðandi súla í barnaverkætlanini, tí skúlin er karmur um bæði lærdóm og annað virksemi av týdningi í lívinum hjá børnum. Børnini eru nógvar tímar í skúla hvønn dag, og tí er tað umráðandi, at tey trívast, hava tað gott og mennast í skúlanum.
Spurningurin er so, hvussu tað fer at merkjast og síggjast aftur í fólkaskúlanum, at barnaverkætlanin nú er veruleiki, og ferð er sett á arbeiðið.
– Tað fara vit at finna fram til saman við skúlanum, skúlaleiðslum og lærarum og teimum, sum annars starvast í fólkaskúlanum, sigur Steinbjørn Hardlei.
Svarið kann tykist heldur óítøkiligt og er tað partvíst, men tað er tað ein orsøk til, sigur hann.
– Barnaverkætlanin byggir á hugtakið um samskapandi samstarv. Tað merkir, at einki álit, einki tilmæli og eingin liðug loysn verður kroyst úr erva og smoygd niður yvir skúlan. Skúlin skal vera við í tilgongdini at finna loysnir, og avvarðandi partar skulu kenna seg aftur og eiga ognarlut í arbeiðinum, sigur Steinbjørn Hardlei.
Hann vísir á, at hetta í praksis merkir, at skúlar, skúlaleiðslur og lærarar í størri mun skulu fáa nøktandi umstøður og karmar at kanna, hvussu skúlin virkar í dag, og hvussu skúlin í størstan mun frameftir kann lofta teimum avbjóðingum, sum kunnu stinga seg upp hjá børnum og ungum. Men eisini at kanna, hvat tað møguliga fer at merkja fyri skúlan sum heild.
– Vit hoyra javnan, at alsamt fleiri uppgávur verða lagdar á lærarar. Tað krevur broyttar umstøður, til dømis hægri játtan, fleiri tímar, fleiri starvsfólk ella serkunnleika og førleikamenning, Spurningurin er, hvussu vit lofta avbjóðingunum. Í tí sambandi er samrøðan og kjakið sera umráðandi, tí tað føðir nýggjar tankar og kann skapa góð hugskot, hvussu vit í felag kunnu gera fólkaskúlan uppaftur betri, so fleiri trívast og mennast og hava tað gott í skúlanum, sigur Steinbjørn Hardlei.
Hann vísir á, at Føroya Lærarafelag er týðandi viðleikari í barnaverkætlanini. Felagið hevur longu peikað á fleiri viðurskifti, sum felagið heldur hava týdning.
Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2025