Leys størv
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og leiðslumenning og brennir tú fyri skúlaviðurskiftum í fólkaskúlanum?
So hevur tú møguleika at søkja starv sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
Talan er um tvey spennandi og fjøllbroytt størv við nógvum avbjóðingum. Tú verður partur av fólkaskúlatoyminum, sum m.a. hevur sum meginuppgávu at fyrisita fólkaskúlan, frískúlarnar, eftirskúlarnar, sernámsfrøðiliga økið og frítíðarundirvísingina.
Um størvini
Vit sóknast eftir tveimum starvsfeløgum, sum saman við toyminum fara at hava hesar høvuðsuppgávur:
virka fyri førleikamenning av leiðslunum í fólkaskúlanum
skipa og tryggja góða starvsfólkarøkt av leiðslunum í skúlanum
viðgera yvirskipað starvsfólkaviðurskifti, skipa setanartilgongdir til skúlaleiðarastørv og veita leiðslum ráðgeving í starvsfólkamálum og fyrisitingarligum viðurskiftum
verða við at skipa arbeiðið við dygdarmenning
umsita føroyskt sum annaðmál í fólkaskúlanum
at viðgera og taka avgerð í viðkomandi fyrisitingarligum málum á økinum, serliga frítíðarundirvísing, eftirskúlum og frískúlum
leiða og luttaka í tvørgangandi verkætlanum og menningararbeiði innan økið
aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan og toymið
Førleikakrøv
Vit vænta, at okkara nýggju starvsfelagar:
hava viðkomandi útbúgving og royndir innan starvsøkið
hava góð samstarvsevni, eru liðspælarar og eisini kunnu arbeiða sjálvstøðugt
eru tænastusinnaðir
kunnu orða seg greitt og skjótt í skrift og talu á góðum føroyskum máli
hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir
Tað er ein fyrimunur, at umsøkjararnir kenna væl til fólkaskúlan. Leiðsluroyndir í fólkaskúlanum ella aðrastaðni kunnu eisini vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Størvini verða lýst til setanar frá 1. november 2024 ella skjótast til ber.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Flokkingin verður ásett eftir útbúgving og royndum.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 19. september 2024 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057