Tíðindi

Fuglafjarðar skúli ment eitt skúlatilboð við teknmáli

Seinasta árið hevur Fuglafjarðar skúli ment eitt skúlatilboð við teknmáli sum fyrstamáli. Við 24 tímum um vikuna, sum eru lutaðir tveimum lærarum, skiftast teir um at vera inni í floksstovuni sum samskiftisstuðlar.

24.06.2024

- Her merkja vit, at væl er sett inn bæði við tímum og orku, og tað er gott at uppliva, at hetta ber til. Tí vit eiga sum skúli at gera okkum ómak á hesum økinum, tí tað hevur týdning at møta tørvinum hjá næminginum so rætt og so tíðliga sum gjørligt. Gjaldið fyri at bíða ella at seta skeivt inn er øgiliga høgt. Serliga fyri næmingin. Við hesi skipanini er møguligt hjá næminginum at vera inni í flokkinum so nógv sum gjørligt, tí hesar 24 tímarnar eru tveir lærarar í floksstovuni.

- Tað er førleikastovan, sum hevur høvuðsábyrgd, og enn hevur skúlin ikki serstaka normering ella játtan til serøkið. So leiðslan setir úr í kortið við tímum, sum verða býttir út, so teir gagna so mongum næmingum so væl sum gjørligt. Heilt yvirskipað hyggja vit at tørvinum hjá næmingunum, og síðani leggur leiðslan tímarnar til lærarar og námsfrøðingar.

Føroyar eru lítlar, og tí kann vera langt frá einum næmingi, ið brúkar teknmál, til ein annan, ið brúkar teknmál. Men nú, tá ið vit savna servitan her, so kemur hetta at gagna komandi næmingum, sigur Mary-Ann.

- Her hugsi eg bæði um teknmál og tekn til talu, sum jú er hvør sítt. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál við mállæru og egnum setningsuppbygnaði. Tekn til talu verður harafturímóti lagt aftrat vanligum talumáli, har tekn verða brúkt fyri einstøk orð, sum hava týdning t.d. til næmingar, sum hava ilt við at tosa ella úttala orð.

- Teknmál er orðaríkt mál og er krevjandi at læra. Tað er júst sum at læra seg eitt annað mál. Tí eru vit takksom fyri teknmálsorðabókina SignWiki, sum vit brúka fleiri ferðir um dagin. SignWiki er talgild orðabók og er gjøgnumførd við myndum, stuttfilmum og upplýsing um hondstøðu. Eins og vøkur hondskrift hevur týdning, so hevur tað týdning í teknmáli, at hondstøðan er røtt. Hetta terpa vit aftur og aftur. Servitanina fáa vit umframt frá teknmálstulkum gjøgnum Sernám og starvsfelagarnar við Steymin.

- Vit hanga í og vóna, at vit kunnu halda fram og varðveita vitanina til aðrar næmingar, sum koma her. Sjálvandi eru útbúnir teknmálstulkar teir bestu, so tað hevur týdning, at vit skjótt fáa enn fleiri teknmálstulkar við útbúgving, so næmingarnir verða tryggjaðir eitt gott og mennandi skúlatilboð.

- Sjálvt um eg brúki nógv teknmál, so er tað neyðugt aftur og aftur at taka afturíaftur. Tað er ein langur vegur at læra teknmál, men í og við, at vit brúka tað, so kemur tað við tíðini á lagið. Enn hava vit bara fingið grundskeiðið, so næmingar og lærarar eru á sama støði. Men tað, sum vit uppliva, er, at næmingarnir læra ógviliga skjótt, so her eru tað veruliga lærararnir, sum skulu gera sær ómak at fylgja við, og næmingurin kann væl læra læraran.

Sum Mary-Ann eisini vísir á, so eru deyv í eini serstøðu, tí øll vitan kemur til tey gjøgnum teknmálið. Bæði tíðindi og vitan sum heild, og tí hevur tað alstóran týdning, at samskift verður væl, og at fleiri duga teknmál.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni