Tíðindi

Fríðbjørg S. Fríðheim tekur við á Trøðni

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim í starv sum skúlastjóra í Skúlanum á Trøðni.

14.05.2025

Fríðbjørg tekur við skúlastjórastarvinum eftir Jan Christiansen. Fríðbjørg er 53 ára gomul og var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.  

Í 2019 tók Fríðbjørg diplom í námsfrøðiligari leiðslu, og harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum og øðrum innan sernámsfrøði og leiðslu.

Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Danmark og Føroyum. Harumframt hevur hon verið serlærari, varaskúlastjóri og skúlastjóri.

Í løtuni starvast Fríðbjørg sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla. Hon tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni hin 1. august 2025.

11 umsóknir vóru til starvið.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum. Umleið 60 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár ganga í skúlanum. Skúlin hevur umleið 45 starvsfólk, bæði lærarar og námsfrøðingar.

Nýggi stjórin fer saman við starvsfólkunum at standa á odda fyri at skapa tryggar og mennandi karmar um næmingarnar í Skúlanum á Trøðni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni