Tíðindi

Freistin at søkja inn á masterskeið longd

Freistin at melda seg til masterskeiðini á Námsvísindadeildini er longd til 16. juni 2025.

03.06.2025

Yvir hundrað lærarar hava higartil meldað seg til masterskeiðini í námsfrøði, sum byrja eftir summarsteðgin. Hetta er eitt sera høgt tal, tá ið hugsað verður um, at tað bara eru millum 800 og 900 lærarar í føroyska fólkaskúlanum.

Enn eru nøkur pláss eftir á hesum skeiðum:

Mentanarligt og málsligt fjølbroytni
Tøknifatan og talgildisbúgving
Flokslærarin og samstarv
Lívfrøði og náttúrulærufrøði
Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum

Farið inn á https://www.setur.fo/fo/utbugving/adrar-utbugvingar-og-skeid/eftirutbugvingarskeid-a-namsvisindadeildini og kunnið tykkum um innihaldið í ymiskum skeiðinum

Freistin at melda seg til várskeiðini er í oktober/november 2025.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni