Tíðindi
21.08.2025
Tann 1. august 2025 kom kunngerð um sálarliga arbeiðsumhvørvið í gildi. Kunngerðin hevur heimild í løgtingslóg nr. 70 frá 2000 um arbeiðsumhvørvið, sum hevur verið galdandi síðani 2000.
Umhvørvismálaráðið hevur lýst kunngerðina, sum avvarðandi partar á økinum hava havt møguleika at gera viðmerkingar til. Kunngerðin fevnir um alt arbeiði, sum verður útint fyri ein arbeiðsgevara, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og hon tilskilar reglur viðvíkjandi nógvum viðurskiftum, eitt nú tá ið krøvini í arbeiðinum eru ógreið og mótstríðandi, tá ið krøvini er kenslulig, tá ið arbeiðsbyrðan er stór og tíðarneyð er, tá ið niðrandi atburður kemur fyri, eitt nú happing og kynsligur ágangur, og tá ið arbeiðstongdur harðskapur kemur fyri. Fyribyrgjandi tiltøk verða eisini nevnd í kunngerðini.
“Vit brúka stóran part av okkara lívi á arbeiðsplássinum. Og tað, sum hendir har, hevur beinleiðis ávirkan á okkara trivnað, heilsu og lívsgleði. Tí er tað eitt stórt framstig, at vit nú hava sett greiðar karmar fyri, hvussu arbeiðast skal við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.” Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum.
Kunngerðin staðfestir, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at skipa arbeiðið á ein hátt, sum bæði fyribyrgir og handfer viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Arbeiðsgevarar skulu hava virkið eftirlit við arbeiðinum, og teir skulu tryggja nøktandi vegleiðingar og mannagongdir fyri, hvussu møguligar fráboðanir frá starvsfólkum skulu handfarast.
Hvønn týdning fer kunngerðin at hava á sálarliga arbeiðsumhvørvið?
- Tað er torført at siga, men ongin ivi er um, at hetta eitt stórt frambrot, og vit hava stórar vónir um, at vit fara at síggja batar á hesum økinum, sigur Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur í Føroya Lærarafelag.
- Leiðslurnar í skúlunum hava ikki umstøður at taka á seg meiri arbeiði, enn tær longu gera. Allar leiðslur undirvísa eisini, í miðalstórum og minni skúlum rættiliga fitt. Skúlaleiðarin kann ikki renna meiri og skjótari, enn hann ger í dag, við verandi orku og leiðslutíð. Ein kunngerð loysir einki, um tú ikki samstundis skipar viðurskifti og umstøður soleiðis, at tað ber til at halda kunngerðina, og tá tosa vit um amboð, hjálp, vegleiðing og tíð. Annars er kunngerðin bara føgur orð, sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum og varaskúlastjóri.
Tú kanst kunna teg við kunngerðina við at lesa hana her: https://kunngerdaportalur.fo/Umbraco/surface/Document/GetDocument?id=5652
Føroya Lærarafelag hevur gjørt vegleiðing, sum tekur við, tá ið hóttanir og harðskapur móti lærarum verður framdur. Tú kanst kunna teg við vegleiðingina her: www.lararafelag.fo
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt vegleiðingar í sambandi við umsorganarsamrøður og tá ið starvsfólk koma aftur til arbeiðis eftir strongd. Tað ber til at lesa tær her: https://arb.fo/arbeidsumhvorvi-vegleidingar
Danska lærarafelagið hevur fleiri vegleiðingar, eitt nú eina um talgildan ágang. Tú kanst lesa hana her: https://kreds68.dlf.org/media/0mjjwd5c/kraenkelser_-verbale-og-digitale-hvad-stiller-vi-op.pdf
Les samrøður um sálarliga arbeiðsumhvørvið í Skúlablað nr 4, 2025.