Tíðindi

Frá Færøernes Lærerforening til Føroya Lærarafelag

Úr søgu Føroya Lærarafelags. 1. partur

03.03.2018

I. Stovnanin

Í 1872 varð sett í gildi nýggj kommunulóg fyri Føroyar. Hon kravdi m.a., at øll børn frá sjey ára aldri skuldu fáa neyðuga skúlagongd. Tvey ár frammanundan varð farið undir læraraútbúgving í Havn, og undan 1870 høvdu nakrir lærarar tikið prógv á donskum læraraskúlum.

Danskir lærarar settu á stovn yrkisfelag í 1874, og longu í 1877 hittust sekstan lærarar (fjúrtan av bygd og tveir úr Havn) til fundar ólavsøkudag at røða um kor lærara í Føroyum. Burturúr kom ein áheitan á løgtingið um “forbedring af lærernes økonomiske stilling” og umrøddar vórðu treytir hjá lærarum at sleppa upp í “Skolelærerenkekassen for Sjællands stift”.

Fundur var aftur á ólavsøku í 1878, og vit vita um tríggjar fundir í 1880-unum.

Fyrsta ítøkiliga úrslitið var ein einkjugrunnur, sum lærarar guldu inn í, og fyrsta læraraeinkjan fekk stuðul úr honum – 50 krónur – í 1884.

Á seinasta fundinum í áttatiárunum í 1885 var trímannanevnd vald at orða uppskot um at stovna felag og møguliga søkja um upptøku í Danmarks Lærerforening.

Trettan ár gingu, til stovningarfundur varð hildin – ólavsøkudag í 1898. Seytjan lærarar, trettan av bygd og fýra úr Havn, møttu til fundar umframt fýra sóknarprestar.

Henda dagin verður “Færøernes Lærerforening” stovnað og trímannanevnd vald. Hon skipaði seg á nevndarfundi 11. septembur 1898:

Formaður:

Louis Bergh, f. í Keypmannahavn (1834-1910), fyrstilærari í Tórshavnar realskúla.

Kassameistari:

Poul Jensen, f. í Trongisvági (1868-1940), annarlærari í Tórshavnar kommunuskúla.

Nevndarlimur:

Jógvan Poulsen, f. í Svínáum (1854-1941), lærari í Sjóvar sókn.

 

II. Fyrri helmingur av 20. øld.

Hóast nýtt yrkisfelag er stovnað í 1898, so fáa lærarar lítlan bata lønarliga fyrstu árini, og tað restar nógv í at vinna lønarliga ájavnt við starvssystkin í hinum partinum av ríkinum.

Tað man eisini hava virkað ørkymlandi, at fyrsta lønarlógin, ið felagið var við til at mynda – í 1902 – er langt frá at javnseta lærarar á bygd og í bý og uppaftur longri frá at javnseta kynini lønarliga. Sambært henni skuldu lærarar lønast soleiðis:

Í høvuðsstaðnum:

Fyrstulærarar:                  1300 kr. árliga, sum annaðhvørt ár hækkar upp í 1900 kr.

Lærarar:                            840 kr. árliga, sum annaðhvørt ár hækkar upp í 1740 kr.

Lærarinnur:                      530 kr. árliga, sum annaðhvørt ár hækkar upp í 930 kr.

Á bygd:

Byrjanarløn: 500 kr. árliga (javnt býtt millum ríki og kommunu). Tó kann skúlastjórnin í serligum førum viðtaka, at kommunan letur upp í 100 kr. minni, og at upp í 100 kr. kunnu verða goldnar í vørum. Lærarin hevur rætt til frían bústað, er slíkur tøkur, og triðja hvørt ár fær hann ískoyti.

Fyrstu árini er merkiliga lítið veiggj í hesum nýstovnaða felag. Á hvørjum ár gremur nevndin seg á aðalfundi um, at illa gongst at fáa inn limagjaldið, sum var ein króna um árið, og í 1904 verða seks limir sagdir úr felagnum fyri eftirstøðu.

Skal farast eftir gerðabókini, er felagið um at sovna, tí eingir fundir verða nevndir árini 1909-1912.

Á fyrireikingarfundi í 1885 hevði spurningurin um limaskap í “Danmarks Lærerforening” verið á lofti, og í 1905 verður borin fram fyrispurningur frá formanninum í danska yrkisfelagnum um áhugan hjá føroyskum lærarum at koma upp í DL. “...som en kreds”. Eingin avgerð verður tikin fyrstu árini, men tá ið aðalfundur verður hildin eftir steðgin, í 1913, eitur felagið bara “118. kreds”.

Tað kann hugsast, at ein av orsøkunum til, at lív kom í aftur felagið, var, at eitt drúgt stríð um undirvísingarmálið endaði við, at løgtingið í nýggjari skúlalóg frá 1912 í grein 7 samtykti, at danskt skuldi vera undirvísingarmál. Á aðalfundinum í 1915 vórðu tríggir menn valdir í nevndina, sum allir stóðu Sjálvstýrisflokkinum nær: Símun Pauli úr Konoy, sum gjørdist formaður, Hans Andrias Djurhuus og Alexandur Enniberg. Nevndin skírdi nú felagið í gerðabók og í almennum skrivum fyri “Føroya kennarafelag”, og hóast 2. grein í samtyktum felagsins ljóðaði: “Felagið fæst ikki við politikk”, so legði felagið so avgjørt upp í málpolitiska kjakið í 1918, m.a. við hesi áheitan á Føroya skúlastjórn:

“Føroya Kennarafelag loyvir sær við hesum brævi at biðja hina háttvirdu stjórn um at gera sítt til, at grein 7 í Kgl. Anordning av 16. januar 1912 um føroysk skúlaviðurskifti verður broytt á tann hátt, at føroyskt mál verður lært at skriva í øllum skúlum, og at undirvísingarmálið verður móðurmálið.”

Hetta var áhaldandi støða felagsins, til hetta mál var loyst á tann hátt, at kongalig fyriskipan strikaði 7. grein í skúlalógini frá 16. jauar 1912. Hetta varð gjørt 12. desembur 1938.

Á sama bógvi liggur umbøn frá felagnum frá miðskeiðis í 1920-árunum stílað til bæði skúlastjórn og løgting um at bera so í band, “at eingin verður kennari við almennar skúlar í Føroyum uttan at hava prógvað at hava kunnleika í føroyskum tungumáli bæði í talu og skrift” – ein umbøn sum til tað verður eftirlíkað rættiliga skjótt, tá ið kongalig fyriskipan frá 22. juli 1931 staðfestir, at eingin kann verða settur í fast starv sum lærari í fólkaskúlanum í Føroyum – próvtøkuskúlarnir undantiknir – uttan hann hevur tikið prógv í føroyskum máli.

Lønarspurningurin er aftur á skrá fyrst í 1920-unum, og 12. januar 1922 kemur í gildi nýggj lønarlóg, sum javnsetur kynini men ikki lærarar í høvuðsstaðnum og á bygd.

Smávegis batar verða vunnir í 1931, men í 1940 brestur kríggið á um okkara leiðir. Hetta hevur við sær, at sambandið við danska lærarafelagið verður kvett, og eisini, at lønarlagið í samfelagnum púra skeiklast, so at lærarastættin við krígslok lønarliga er púrasta dragnað.

Í eini grein í “Skúlablaðnum” 2. apríl 1946 (blaðið kom regluliga út frá 1930) verður lønargongdin lýst. Longu í 1941 liggur ársløn lærara 1149,- kr. niðan fyri vanliga føroyska húsarhaldsætlan, og í 1945 er talið 1526,- kr.

Eftir krígslok kemur nýggj lønarskipan fyri fólkaskúlalærarar í gildi í Danmark, og hetta fær føroyska lærarafelagið á aðalfundi í 1946 at samtykkja eina áheitan á landsins myndugleikar, ið illa kann lesast sum annað enn ein hóttan:

“Álagt verður stjórnini at koma á tal við allar lærarar í Føroyum um, hvat ið er at taka til, um lærarastættin ikki vinnur tær ynsktu lønarsømdir.”

Heimastýrislógin verður samtykt 1. apríl 1948, og á vári 1949 verður endiliga rokkið á mál, tá ið “Lóg um lønir og eftirlønir hjá lærarum við fólkaskúlan í Føroyum” verður samtykt við gildi frá 1. apríl. Í henni verður í 2. grein staðfest,

“at allir lærarar við fólkaskúlan í Føroyum eru undir teimum vanligu reglum, sum eru galdandi fyri lærarar í hinum partinum av ríkinum”.

Á hesum sama aðalfundi løgdu seks felagslimir fram uppskot um, at “ársaðalfundurin tekur til viðgerðar at heita á tingið um at taka allan skúlaskap í Føroyum undir sítt ræði longu í ár”. Eftir kjak varð hetta broytingaruppskotið samtykt við til tað stórum meirluta (67% fyri, 33% ímóti):

“Aðalfundur Føroya Lærarafelags 1949 samtykkir at heita á Føroya Løgting um at yvirtaka skúlamálið”.

Men áðrenn fundur var lokin, varð sett fram uppskot til samtyktar um at senda spurningin til frumatkvøðu. Hetta var samtykt, og á frumatkvøðuni fall málið: 44 atkvøddu fyri, 54 ímóti, seks seðlar vóru blankir.

Árni Dahl, lærari og rithøvundur, hevur skrivað.

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni