Tíðindi
07.08.2025
Lærarar og pedagogar trívast í starvinum í forskúlanum, og tað er eitt greitt tekin um, at forskúlin er ein góð loysn fyri børnini. Ein týðandi grund undir einum góðum tilboði til børn er, at starvsfólkini trívast og støðast á arbeiðsplássinum, og í so máta er forskúlin góður.
Karmarnir um forskúlan eru lýstir í eini kunngerð. Har er ásett, at bæði lærari og pedagogur skulu starvast í forskúlanum, og at tey í felag fyrireika og samskipa virksemið. Kunngerðin gevur eisini starvsfólkunum víðar heimildir at skipa dagin til børnini, og tað at starvsfólk eisini støðast so væl, ger, at góður samanhangur verður í gerandisdegnum, so at børnini kunnu mennast í einum tryggum, fjølbroyttum og hugtakandi umhvørvi.
Kunngerðin ásetur eisini, at innihaldið skal skipast til einstaka barnið og næmingabólkin, so tað verður samanhangur millum læring og leik. Í forskúlanum er eitt starvsfólk til hvørji 9 børn, og tað eru munandi betri umstøður enn í fólkaskúlanum, har ein lærari kann vera einsamallur við 26 børnum. At starvsfólkini hava so góða tíð til hvørt einstakt barn, er við til at tryggja, at børnini hava góðar umstøður.
Tað er púra misskilt at samanbera forskúla við siðbundnan skúla; jú, forskúli er í skúlanum, men hann er ikki bundin í námsætlanir og royndir, og so eru nógv betri tíð til einstaka barnið og samspælið í bólkinum enn í skúlanum annars, so forskúlin kann á ein hátt sigast at vera ein samanrenning av barnagarði og skúla.
Ein vanligan dag í forskúlanum er nógv spæl, og nógv læring fer fram ígjøgnum spælið. Samstundis fáa forskúlabørnini eina mynd av, hvussu tað er at ganga í einum skúla, og hvussu tað er at vera saman við øðrum næmingum. Samstundis hava tey tann framíhjárættin, at tey hava ein lærara og ein námsfrøðing, sum eru saman um tey og hava tíð at vera um tey, og tað er ein góð byrjan upp á skúlalívið.
Foreldur kunnu trygt velja forskúla, tí hvørt børnini eru í forskúla ella á dagstovni, so eru tað altíð starvsfólkini, ið hava stóra ávirkan á, hvussu børnini verða møtt, og í forskúlunum eru royndir lærarar og pedagogar, sum trívast í starvinum. Tað er altíð eitt gott tekin, tá starvsfólkini trívast og støðast, tí tá eru eisini góðar umstøður hjá børnum at trívast.
Seks ára gomul børn eiga at fáa pláss til at mennast í mun til sín sjálvs og felagsskapin. Tey eru forvitin, og í hesum aldrinum fáa tey eisini áhuga fyri bókstavum, orðum og tølum, og tá er tað ein fyrimunur, um tey eisini verða møtt av væl útbúnum lærarum í lesimenning og talfatan, sum saman við dugnaligum pedagogum kunnu skipa umstøðurnar at møta hesum forvitninum. Tí tá vit kunnu møta forvitninum hjá børnunum, eru ikki mørk fyri, hvat tey kunnu taka til sín.
Næsta skúlaár fara 310 børn í forskúla í teimum 13 skúlunum, sum hava forskúla. Tað er umleið ein hálvur árgangur av børnum. Forskúlin er eitt gott stað hjá børnunum at vera, og lærarar og pedagogar trívast og støðast, tí at tey kenna, at tey hava tíð og umstøður at møtta børnunum har tey eru.