Tíðindi

Floks- og faklærari

Vandi er fyri, at færri og færri lærarar ynskja ella, reint út sagt, megna ella hætta sær at vera flokslærarar. Í einum skúla uttan flokslærarar hevði verið ruðuleika og kaos eftir fáum tímum. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

27.06.2025

Á leið helvtin av lærarahópinum í skúlunum kring landið eru flokslærarar og hinir faklærarar burturav. Nakað soleiðis verður stundum sagt um bygnaðin í skúlunum. Men hetta er í grundini ein skeiv lýsing. Rættari hevði verið at sagt, at á leið helvtin av lærarunum eru floks- og faklærarar, og hin helvtin er faklærarar. T.v.s., at ímeðan á leið helvtin “bara” kann savna seg um serliga at lesa, skriva og rokna, má hin parturin, umframt at lesa, skriva og rokna, eisini, stútt og støðugt, taka sær av øllum handa slagi av støðum og uppgávum, sum koma fyri í dagsins skúla.

Tað er vorðið soleiðis, so við og við, hjá nógvum flokslærarum, at teir javnan verða noyddir velja sínar dystir fyri onkursvegna ikki at slaka ov nógv í tí fakliga partinum. Tað er jú javnan ein skrivlig roynd av onkrum slagi, sum nærkast, og næmingarnir hava rætt til at vera komnir ígjøgnum pensum, soleiðis at teir hava møguleika at fáa eitt gott met til eitt nú eina lands-, terminsroynd ella próvtøku.

Flokslærarin er javnan í einari løgnari knípu, har hann ofta má raðfesta skúlatímarnar ímillum ymiskt sosialt- og trivnaðarprát og tiltøk og so tann fakliga partin. Um tú so eisini skalt skriva ella ringja til heimini um líkt og ólíkt av størri og minni slagi, har tú helst átti at sagt frá, fært tú illa tíð til nógv annað. Tí gert tú tað langt frá hvørja ferð. Ja, stundum kemur at kalla bert toppurin av ísfjallinum til sjóndar. Spell, men tú gert tað fyri at yvirliva sum lærari. Starvið má vera burðardygt í longdini. Og sjálvsagt má fakligheitin eisini haldast og tí ikki missa meiri tíð í tímunum, enn gott er.

Harumframt eru nógv fleiri tyngri uppgávur í skúlunum í dag enn fyrr. Vit skulu jú taka okkum av at kalla øllum børnum í landinum, og tey eru so sera ymisk. Eitt eru næmingar við ADHD, autismu og øðrum diagnosum, sum sjálvsagt kann vera avbjóðandi. Annað er meira og minni vánalig uppmøting og beinleiðis skúlanoktan í fleiri flokkum. Tá so viðurskifti sum vantandi næmingatrivnaður, fakligar avbjóðingar, umframt næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, eisini gera seg galdandi, kann støðan gerast sera avbjóðandi. Og alt hetta endar so ella so hjá flokslæraranum. Harumframt skal tú eisini stundum á fund við onkran avvarðandi myndugleika, eitt nú barnaverndina/sosialu deild, Almannaverkið ella Barna- og ungdómspsykiatriina, og har skulu skjøl javnan eisini útfyllast samsvarandi.

So flokslæraraleikluturin er broyttur munandi seinastu bara 20-30 árini. Frá sum oftast at vera einir tveir foreldrafundir árliga og ein setursskúli til so ótrúliga nógv annað umframt.

Og hetta er ikki bara ein spurningur um, hvussu flokslærarin dugir og megnar at býta tíðina ímillum tann reint fakliga partin og so allar flokslærarauppgávurnar. Vandi er fyri, at færri og færri lærarar ynskja ella, reint út sagt, megna ella hætta sær at vera flokslærarar. Í einum skúla uttan flokslærarar hevði verið ruðuleiki og kaos eftir fáum tímum.

Hvat er so at gera, er nærliggjandi at spyrja.

Ja, nakað kunnu skúlarnir sjálvir gera. Eitt sera tætt og skipað samstarv ímillum flokstoymið, førleikastovuna og leiðsluna er avgerandi. Og at kunna seta inn við tímum ella stuðli, um neyðugt, má vera ein møguleiki. Her má Undirvísingarstýrið eisini spæla við.

Floksins tími má eisini vera á tímatalvuni. Hesin er tíverri skorin burtur í onkrum skúla, tí tímatalið er lækkað.

Flokslærarin má hava nokk av undirvísingartímum í sínum flokki, so at hann betur hevur tíð at røkja bæði floks- og faklærarauppgávuna. Hetta mugu skúlaleiðslur sjávsagt vera tilvitaðar um.  

Myndugleikarnir eiga eisini at raðfesta flokslæraraleiklutin meira við fleiri tímum. Onkur hevur nevnt, at flokslærarin longu fær sømdir, við tað at hann fær niðurskurð í tímatali í mun til aðrar lærarar. Hetta er ein heilt misskilt niðurstøða. Eingin lærari, og als ikki flokslærarin, fær nakran niðurskurð, men heldur eitt slag av eykatíð til aðrar uppgávur. Gott, um myndugleikarnir høvdu raðfest flokslæraraleiklutin frameftir við nakað av eykatíð, tí tað er harðliga tiltrongt.

Lærarafelagið fer so at gera alt, tað kann, fyri at bøta um umstøðurnar hjá flokslæraranum til komandi sáttmálasamráðingar, sum verða um ikki alt ov langa tíð. Sáttmálin gongur út 1. oktobur í ár. Livst so spyrst.     

Sjónarmið, sum hevur staðið í Skúlablað nr 3, 2025.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni