Tíðindi

Flestu flokkar lisið høvuðsverk í føroyskum

Nýggjar dátur vísa, at sammett við í Noregi hava allarflestu flokkar í 7.-9 flokki í Føroyum lisið høvuðsverk í móðurmálslærugreinini skúlaárið 2024/2025.

08.09.2025

Fyri at fáa innlit í hvørja støðu og tign høvuðsverkini í føroyskum hava í føroyska fólkaskúlanum skúlaárið 2024/2025, hevur Helena Kannuberg, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, gjørt eina kvantitativa kanning. Fyrimunurin við at fara kvantitativt til verka er, at tú ómakaleyst fært eina rúgvu av upplýsingum upp á stutta tíð. Í Føroyum hava vit 20 skúlar við eini savnaðari hádeild. Allir hesir skúlar fingu møguleika at vera við í kvantitativu kanningini, sum fór fram gjøgnum telefon- og teldupostsamskifti frá 14. februar til 20. mars 2025. 16 skúlar tóku av, ið telur eitt svarprosent á 80 prosent. Øll høvuðsøkini í landinum eru umboðað.

Innsavnaðu dáturnar geva eitt gott innlit í, hvørji høvuðsverk eru lisin í hádeild fólkaskúlans 2024/2025, og hví høvuðsverkið dettur burtur hjá summum. Harumframt gevur kanningin okkum møguleika at meta um, hvørt nakrir útvaldir brigdlar hava ávirkan á, hvørji høvuðsverk verða lisin.

Nýinnsavnaðu dáturnar vísa, at sammett við í Noregi hava allarflestu flokkar lisið høvuðsverk í føroyskum skúlaárið 2024/2025.

99 flokkar eru við í kanningini, og av teimum hava 81 lisið høvuðsverk hetta skúlaárið. Tað svarar til 82 prosent. Tey síðstu 18 prosentini deila seg í tvey. 9 flokkar hava ikki havt høvuðsverk á skrá í ár, og støða var ikki tikin hjá 9 flokkum. Felags fyri hesar 18 flokkarnar er, at ymiskt órógv hevði verið í og rundan um flokkarnar, t.d. læraraskifti, og hetta hevur havt við sær, at høvuðsverkið antin reyk ella var í vanda fyri at rúka. Til ber sjálvsagt at kjakast um, hvørt valið er skilagott ella ikki. Staðfestast kann tó, at einstaki føroysklærarin hevur møguleika at gera slíkar raðfestingar, tá ið talan einans er um tilmæli, sum stendur í leiðbeiningini til námsætlanina.

Kanningar í londunum rundan um okkum vísa, at seinastu árini er ein broyting farin fram viðvíkjandi at lesa skaldskap í eldru flokkum fólkaskúlans (Nissen et al, 2021, 16). Kaga vit til Noregs, vísir stór granskingarverkætlan, at næmingar nærum ikki lesa skaldslig høvuðsverk í síni heild. Heldur lesa teir brot úr skaldsøgum og stuttsøgum, ið passa væl í ávísar greiningarkassar og standa í lærubókum. Staðfest verður, at skaldsligi lesturin er fluttur burtur úr felagsskapinum til einstaklingin. Víst verður á, at hetta nokk er eitt úrslit av nýggju námsætlanunum, ið leggja størri dent á læruúrtøkur heldur enn at nágreina, hvørjir tekstir skulu vera partur av pensum gjøgnum skúlaárið, og spurt verður, hvør ætlanin við bókmentaundirvísingini er.

Í føroyska fólkaskúlanum hava vit eisini námsætlanir, sum leggja dent á læruúrtøkur. Í nýggju námsætlanini fyri føroyskt stendur einki um at lesa høvuðsverk í hádeildini, men í leiðbeiningini eru nøkur tilmæli. Har stendur m.a, at mælt verður til, at næmingarnir lesa: 

• Í 7. flokki í minsta lagi eina (ungdóms)skaldsøgu.

• Í 8.-9. flokki til samans í minsta lagi tvær skaldsøgur, har í minsta lagi onnur skal vera upprunaføroysk. Ella í minsta lagi eina skaldsøgu og í minsta lagi eitt útgivið savn við styttri tekstum (yrkingasavn, stuttsøgusavn ella líknandi) ella eitt leikrit.

Hetta merkir, at á hvørjum ári verður mælt til, at næmingarnir lesa eitt høvuðsverk. Í 7. flokki kann lærarin velja millum eina skaldsøgu ella ungdómsskaldsøgu, í 8. og 9. flokki skal annað høvuðsverkið vera ein skaldsøga og hitt høvuðsverkið kann vera eitt yrkingasavn, stuttsøgusavn ella leikrit. Ímeðan einki verður skilmarkað um upprunamálið í 7. flokki, so er tað eitt krav fyri 8. og 9. flokk, at annað høvuðsverkið er upprunaføroyskt.

Myndin vísir, hvussu stórur partur av flokkunum í hádeildini hava lisið høvuðsverk í ár.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni