Tíðindi
07.04.2022
Í Tórshavnar kommunu eru 11 skúlar, og fýra teirra hava forskúla. Elsti forskúlin er í Sankta Frans skúla; síðan er forskúli komin í Skúlanum á Argjahamri, Skúlanum á Fløtum og frískúlanum, Lítlaskúla, og komandi skúlaár verður forskúlalíknandi tilboð í Kaldbaks skúla og Nólsoyar skúla. Ætlaði forskúlin í Eysturskúlin bíðar eitt skúlaár.
Ongin forskúli er í Hoyvík, men í báðum skúlum, Hoyvíkar skúla og Skúlanum við Løgmannabreyt, er tankin um forskúla farin at røra upp á seg.
Kollafjarðar skúli hevur í umbúna at seta á stovn forskúla frá skúlaárinum 2023 at rokna. Í Kaldbaks skúla og Nólsoyar skúla er komandi skúlaár tað, sum eitur forskúlalíknandi tilboð, og í Velbastaðar skúla frá skúlaárinum 2023-2024.
Í Tvøroyar skúli og Vágs skúla er spurningurin um forskúla umrøddur og fyrstu stigini til forskúla tikin. Enn er tó ikki greitt, nær forskúli verður settur á stovn har.
Eisini í Vestmanna hava tey tikið fyrstu stigini at fyrireika forskúla. Undanfarni skúlastjóri arbeiddi við málinum, og stjórin, sum tók við seinasta summar arbeiðir víðari við tí. Hon væntar tó, at forskúli verður í fyrsta lagi í 2023.
Í Eysturoynni eru fleiri forskúlar. Í Fuglafirði hava tey umrøtt spurningin um forskúla, men enn er eingin avgerð tikin, hvørt farið verður undir forskúla ella ikki. Á Toftum hava tey ikki í umbúna at seta forskúla á stovn, tí tey hava eina skipan, ið riggar væl. Hinumegin fjørðin, í Stranda skúla, hava tey ikki nakra ætlan um forskúla.
Í Vágum eru tveir skúlar, Skúlin á Giljanesi og Sørvágs skúli. Í Sørvágs skúla hevur spurningurin um forskúla ikki verið viðgjørdur, men í sambandi við útbygging á dagstovnaøkinum var málið stutt umrøtt í Sørvágs kommunu.
Í Skúlanum á Giljanesi hava tey sett eina skipan í verk, sum minnir um skipanina á Toftum. Leiðslan í skúlanum vildi hava forskúla, men í skúlastýrinum eru tey ikki á einum máli um, hvørt tað er rætt at seta forskúla á stovn, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri.
Á Skúlatrøð hava tey tikið fyrstu fetini til forskúla. Á Viðareiði hevur kommunan ikki ætlanir um forskúla.
Í ár ganga 244 børn í forskúla í Føroyum; størsti forskúlin komandi skúlaár er í Skúlanum á Fløtum við 53 børnum; hetta er fyribilstal. Av tí at fleiri forskúlar eru á veg, ber ikki til at siga neyvt, hvussu nógv børn ganga í forskúla komandi ár, men hugsandi er, at talið er størri enn í ár.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022, sum kemur út 13. apríl.
Savnsmynd