Tíðindi

Fimti hvør hevur ilt við at loysa samansettar trupulleikar

Umleið fimti hvør dani í aldrinum 16 til 65 ár hevur ilt við at skilja og brúka upplýsingar við tí endamáli at loysa samansettar trupulleikar í gerandisdegnum og arbeiðinum. Tað vísa úrslit í nýggjari frágreiðing, sum hevur støði í altjóða kanningini PIAAC.

12.09.2025

Umleið 20 prosent av dønum millum 16 og 65 ár hevur vánaligar førleikar, tá ið talan er um adaptiva trupulleikaloysn, meðan níggju prosent hevur góðar førleikar. Tað vísa úrslit í nýggju PIAAC-temarapportini um førleikarnar hjá dønum í sokallaðari adaptivari trupulleikaloysn. Danmark liggur oman fyri miðal av teimum 31 luttakandi londunum í kanningini. Talið av teimum 16-65 ára gomlu í Danmark við góðum førleikum er somuleiðis oman fyri miðal fyri luttakandi londini og er á støði við Noreg og Svøríki. Tó avrika tey 16-65 ára gomlu í Svøríki, Finnlandi og Noregi í miðal betur enn javnaldrarnir í Danmark.

Fyribrigdið adaptiv trupulleikaloysn fevnir um at skilja og brúka upplýsingar til at loysa uppgávur og til at tillaga loysnina, um tey fáa nýggjar upplýsingar. Sum partur av kanningini eru vaksnir danir bidnir um at loysa uppgávur, sum minna um støður á arbeiðsmarknaðinum og í gerandisdegnum. Tað kann eitt nú vera at leggja til rættis eina rutu til eina røð av málum, har óvæntaðir tilburðir kunnu koma fyri ella at keypa og selja partabrøv á einum fiktivum keypsskála, har marknaðarviðurskiftini broytast alla tíðina.

Tað er stórur munur í evnunum at duga adaptiva trupulleikaloysn millum aldursbólkarnar, vísir kanningin. Nærum triði hvør í aldrinum 55-65 ár hevur vánaligar førleikar í adaptivari trupulleikaloysn. Sama er galdandi fyri undir ein tíggjundapart av teimum 25-34 ára gomlu. Sambært kanningini kann ein møgulig frágreiðing upp á munirnar millum aldursbólkarnar vera, at yngri ættarlið í størri mun enn eldri ættarlið hava fingið undirvísing í verkætlanarbeiði og tvørgreinaliga undirvísing, og at tey í størri mun hava havt ein gerandisdag, sum hevur verið eyðkendur av talgildari tøkni og áhaldandi streymi av upplýsingum.

Adaptiv trupulleikaloysn krevur grundleggjandi førleikar

Kanningin vísir harumframt, at vaksin við vánaligum førleikum í lesing og rokning vanliga eisini hava vánaligar førleikar í adaptivari trupulleikaloysn. Øvut duga vaksin, sum hava góðar førleikar í adaptivari trupulleikaloysn, eisini væl at lesa og rokna. Góðir lesi- og rokniførleikar eru tó ikki trygd fyri at megna adaptiva trupulleikaloysn, sum verður sædd sum sjálvstøðugur førleiki.

”Samfelagið og arbeiðsmarknaðurin gerast meiri og meiri samansett, og tað setir krøv til, at vit duga at brúka upplýsingar kritiskt og tillaga okkum broytingar. Henda kanningin váttar meg í tí, at vit framhaldandi eiga at raðfesta útbúgvingar til vaksin og tryggja møguleikarnar fyri, at mann kann bøta um sínar førleikar alt lívið. Tí er tað avgerandi fyri meg, at alt økið viðvíkjandi útbúgvingum til vaksin verður styrkt við eini umlegging av útbúgvingarskipanini, sum vit eru í ferð við at gera,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.

Soleiðis kannar PIAAC adaptiva trupulleikaloysn

Í PIAAC 2022/23 eru førleikarnir hjá dønum í adaptivari trupulleikaloysn mátaðir fyri fyrstu ferð. Hetta fór fram við, at luttakararnir skuldu loysa uppgávur, sum:

* avspegla veruligar trupulleikar
* ikki hava eina einfalda loysn frammanundan
* krevja, at luttakararnir virknir savna inn, tulka og brúka upplýsingar
* mennast á leiðini
* krevja, at luttakararnir duga at tillaga seg nýggjar fortreytir og áhaldandi upplýsingar.

Adaptiv trupulleikaloysn snýr seg um evnini at kunna stilla um og tillaga seg broytingar og nýggjar støður á arbeiðsmarknaðinum og í gerandisdegnum.

Fakta um PIAAC

Programme for International Assessment of Adult Competencies (PIAAC) er ein altjóða OECD-kanning av grundleggjandi førleikunum hjá vaksnum í lesing, rokning og adaptivari trupulleikaloysn; kanningin verður gjørd tíggjunda hvørt ár.

Í Danmark tóku umleið 5.000 tilvildarliga valdir danir í 2022/23 lut. Umframt at kanna grundleggjandi førleikar koma aðrar upplýsingar um tey luttakandi fram í kanningini. 31 lond tóku lut í kanningini.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni