Tíðindi
23.05.2025
Í gjár var freistin úti at søkja tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fossánesi og starvið sum einalærari í Haraldssunds skúla. Ávikavist tríggjar og tvær umsóknir komu.
Tað eru áleið 34 næmingar frá 1.-7. flokk knýttir at Skúlanum á Fosánesi skúlaárið 2025/26. Skúlastjórin er bæði leiðari skúlans og hevur undirvísingartímar.
Tað eru áleið fimm næmingar frá 1.-7. flokk knýttir at Haraldssunds skúla skúlaárið 2025/26. Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans.
Bæði skúlastjórin og einalærarin skulu vera við í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám.
Størvini verða sett frá 1. august 2025.