Leys størv

Fast starv í Hoyvíkar skúla leyst at søkja

Fast starv leyst at seta frá 1. august 2024

Vit sóknast eftir lærara at undirvísa í myndlist, føroyskum í grunddeildini og donskum í miðdeildini. Høvuðsuppgávan hjá læraranum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum.

Tann, ið settur verður, skal:

• vera stundisligur og nærlagdur

• vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum

• vera við til áhaldandi at menna skúlan

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

• ábyrgd

• yrkisføri

• floksleiðslu

• samstarv

• trúfesti

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið sum lærari verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 19. juli kl. 13:00.

Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli Att.: Anna Maria Reinert Jensen

Postboks 3073

FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni