Leys størv
Okkum tørvar ein lærara í farloyvisstarv til Ljósástovu at byrja 20. oktober 2025.
Lønarbrotið er 1,0
Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástovu
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og
Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing,
sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í
fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. 15
næmingar ganga í Ljósástovu.
Stað
Ljósástova heldur til í niðastu hædd í Skúlanum á Argjahamri.
Førleikakrøv
Vit hava tørv á einum útbúnum lærara. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar
hava arbeiðsroyndir innan serøkið.
Okkum tørvar ein lærara sum:
• er fyrikomandi og jaligur
• hevur breitt menniskjasýni
• hevur áræði at taka ábyrgd
• dugir at samstarva í toymum
• dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at
tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
lønarflokki 18.1-29.2.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi
í seinasta lagi týsdag 07. oktober 2025
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á
tlf. 302510 ella 224240, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Ljósástova
Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum.
Navnið
umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.