Leys størv

Farloyvisstarv sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla

Hevur tú hugsjónir, áræði og dirvi, og megnar tú at ganga á odda í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja farloyvisstarv sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:

undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans

við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipans skúlaleiðarans

er næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans og undir fráveru skúlastjórans virkar í hansara stað

Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:

hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og at skipa fyri

støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

saman við skúlastjóranum skapar virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka næminginum fyri samávirkan og samábyrgd

áhaldandi er við til at fremja eitt gott samstarv millum skúla og heim umframt leggja dent á góða og mennandi starvsfólkaleiðslu

hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Um starvið

Í starvinum eru um 675 leiðslutímar svarandi til umleið 10 undirvísingartímar umframt annað innan ráðlegging, fundir og samstarv.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera ein fyrimunur, um viðkomandi leiðsluroyndir-/útbúgving eru at vísa á.

Lønar- og setanartreytir

Starvið er lønt í lønarflokki 31-3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Farloyvisstarvið er til setan frá 1. august 2025 til 31. juli 2026. 

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. juni 2025 kl. 12.00

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Jón Højsted, skúlastjóra tlf. 30 25 53 ella 21 14 87 ella við at senda teldupost til jon.hojsted@skulin.fo

Um skúlan

Endamálið við skúlanum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúlatilboð innanfyri teir karmar og mørk sum fólkaskúlalógin ásetur.

Kollafjarðar skúli er ein vælvirkandi skúli við umleið 130 hugagóðum og fittum næmingum frá 1.-9. flokk. Skúlin leggur seg eftir at arbeiða inkluderandi og næmingalagað í samstarvi við heimið, so okkara næmingar mennast í treysti til sín sjálvs bæði fakliga og sosialt.

Í skúlanum starvast dugnalig starvsfólk, herímillum 17 lærarar, skrivari, vaskifólk og húsavørður.

Skúlin hevur alskyns hentleikar innan- og uttandura og liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi tætt við bæði haga og fjøru.

Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár 130 næmingar í 1. – 9. flokki. Harumframt starvast 17 lærarar, skrivari, vaskifólk og húsavørður í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni