Tíðindi

Fakfeløgini eiga at standa saman at vinna kvinnum neyðug rættindi

Maidagsrøða eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags í dag á Reyða torginum í Vestmanna.

01.05.2025

Gott fundarfólk, góðu vestmenningar

Tað er ein heiður at verða boðin at røða á altjóða stríðsdegnum hjá arbeiðarunum 1. mai á Reyða torginum í Vestmanna.

Eg minnist, at eg var biltúr í Vestmanna við mammu og pápa ein 1. mai seinast í sjeytiárunum. Tey vóru verkafólk og høvdu hálvan frídag 1. mai. Mítt pláss í bilinum var ofta at standa millum setrini á Fiat 127.

Í Vestmanna vitjaðu vit abbabeiggjarnar báðar, sum báðir vóru fluttir úr Skopun til Vestmanna. Sum brøður vóru teir ymiskir. Tann eldri nýtti orðini, sum vani er sunnanfjørðs. Orðini vóru nógv, talan títt og skjótar rørslur. Meðan hin líknaði meira vestmenningunum, orðini vóru færri, og tey fullu meira seigliga, men tú visti, hvar hann stóð.

Lítið visti eg tá, at um somu tíð, sum okkara biltúrur var til Vestmanna, stríddust kvinnurnar fyri líkaløn.

Samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum í 1977 eru ein varði. Tá lukkaðist tað Andreu Árting, saman við Ingeborg Winther og øðrum, at stríða seg til semju, sum tryggjaði kvinnum somu tímalønina sum menn fingu.

Eftir at hava virkað sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 48 ár náddi Andrea Árting einum varða; somu tímaløn til kvinnur sum til menn.

Nógv er broytt hesi 48 árini síðan 1977. Tá var arbeiðstyrkin eini 5000 kvinnur og 13.000 menn, nú í mars 2025 eru starvsfólkini 14.620 kvinnur og 15.214 menn. Kvinnurnar arbeiða nú í sama tali sama sum menn.

Onnur broyting er, at ferðslutrygdin betri, børnini standa ikki longur millum setrini, tey sita íbundin. Men í stríðnum fyri, at kvinnur eiga somu rættindi sum menn á arbeiðsmarknaðinum, mangla vit at náa fleiri varðum. Tølini tala fyri seg.

Tað gongur væl í Føroyum, millum annað tí at bæði kvinnur og menn eru til arbeiðis, nú mugu vit eisini skipa arbeiðslívið og heimalívið til hendan veruleikan.

Kvinnur fara í barsil og gjalda prísin

Telja vit saman, hvussu barsilstíðin er býtt millum kvinnur og menn, so liggur ábyrgdin hjá kvinnunum. Tað eru bara einstakir pápar, sum fara í barsil í meira enn lógarbundnu pápakvotuna. Pápar eru sum heild trekir at fara í barsil.

Sum barsilsskipanin er sett saman, so kann tann, ið er heima í barsli, missa bæði í inntøku og pensjón, tí hámarkið í barsilsgjaldinum er 30.000 kr., og pensjónsgjaldið er tað lógarkravda.

Av hesum missa nógvar kvinnur, sum eru í barsli, bæði av lønini og inngjaldi til pensjónina í barsilstíðini. Er inntøkan 40.000 kr um mánaðin, kann ein kvinna missa meira enn 50.000 kr í løn í tíðini, hon er í barsli. Aftrat tí verða eini 15.000 kr. minni goldnar inn til pensjónina.

Tá foreldur fáa fyrsta barnið, ávirkar tað eisini inntøkuna hjá mammuni. Tøl frá Hagstovuni vísa, at í miðal fara kvinnur ein triðing niður í løn eftir fyrsta barnið. Tað vil siga, at ein kvinna, sum fortjenti 30.000 kr um mánaðin, áðrenn hon fekk fyrsta barnið, fer niður í arbeiðstíð og løn við 10.000 kr. Hetta hevur stóra ávirkan bæði á lívslønina og pensjónina hjá kvinnuni. Pápar fara ikki niður í løn eftir fyrsta barnið.

Vit hava eina stóra avbjóðing í Føroyum, at føðitíttleikin er fallin munandi, frá at vera 2,61 í 2016 til 1,91 í 2024. Sum vit skipa okkum, er tað ikki so løgið. Skulu vit venda gongdini, eru týðandi tættir, at umstøðurnar á arbeiðsmarknaðinum, serliga hjá kvinnunum, gerast betri og luttøkan hjá pápunum størri.

Páparnir hava møguleikan at fara í barsil, men teir fara ikki í barsil. Kanska er tíðin komin, at krevja páparnar heim í barsil?

Nú tá mamman og pápin eru til arbeiðis, so sigur tað seg sjálvt, at bæði eisini eiga ábyrgdina heima.

Andrea Árting og Ingeborg Winther vóru fullgreiðar um, at sigurin í 1977, líka tímaløn til kvinnur sum menn, bara var ein partur í stríðinum fyri líka løn til kvinnur sum til menn; størri parturin manglaði at fáa fólk at broyta hugburð. Nú 48 ár seinni mugu vit staðfesta, at enn er langur vegur at venda ganga, fyri at venda hugburðinum.

Vit hava nøkur yrki, har tað eru kvinnur í starvi burturav

Eg umboði dagliga lærarar og skúlastjórar. Í fólkaskúlanum eru 72 % kvinnur. Fara vit 10 aftur í tíðina, so vóru tað 53 % kvinnur. So fólkaskúlin hevur flutt seg ímóti at verða eitt yrki, har tað eru flest kvinnur.

Í øðrum yrkjum er parturin av kvinnum enn størri. Í barnagørðunum eru umleið 90 % kvinnur, fyri heilsuhjálparar 95 % og sjúkrarøktarfrøðingar eru næstan bara kvinnur.

Tað er eisini partur av søguni, at stóru stríðini á almenna arbeiðsmarknaðinum seinastu árini hava verið á starvsøkjum, har kvinnur eru stóri parturin av arbeiðsfjøldini.

Í fólkaskúlanum eru nógv tíðaravmarkað størv

Tí hava nógvar kvinnur, sum eru lærarar, sera ótrygga setan. Tær eru bara settar í starv í eitt skúlaár á gangin.

Hetta skúlaárið vóru tað 95 tíðaravmarkað størv og árini undan nakað tað sama. Tað eru eisini fleiri kvinnur, ið kunnu vera í tíðaravmarkaðum starvi í 4 ella upp í 8 fylgjandi ár, áðrenn tær fáa fast starv.

Teirra støða er ótrygg. Á hvørjum ári um hesa tíðina, tá skúlaárið er við at renna, er teirra livibreyð hótt. Tær vita snøgt sagt ikki, um tær hava nakað starv eftir summarfrítíðina. Hetta líkist ongum.

Aftrat hesum, so eru tað eisini nakrar kvinnur, ið eru settar í starv í eitt skúlaár, sum fara í barsil í skúlaárinum. Vit síggja javnan, at dugnaligar kvinnur, sum eru lærarar, ikki verða settar aftur í starv næsta skúlaár, tí tær eru í barsli, tá næsta skúlaár byrjar.

Hetta er átaluvert, og tað kostar kvinnunum dýrt.

Hvat nyttar tað, at tímalønin er tann sama, ella mánaðarlønin er tann sama, tá eg bara fáa boðið eitt parttíðarstarv?

Yrkið, har tað eru nógvar kvinnur, eru eyðkend við, at tað eru nógv parttíðarstørv.

Tøl frá Gjaldstovuni fyri 2022 vísa, at miðal arbeiðstíð hjá kvinnum í fólkaskúlanum var 0,9, fyri sjúkrarøktarfrøðingar 0,81 og heilsuhjálparar 0,72.

Hetta sæst ikki í sama mun á arbeiðsplássum, har flest menn eru í starvi.

Tað má eisini vera okkurt við, hvussu arbeiðsplássini eru skipað, og hvørjar umstøður kvinnurnar fáa í starvinum. Her má vend koma í.

Samfelagið er innrætta so, at eitt húsarhald krevur tvær inntøkur, har bæði arbeiða fulla tíð, fyri at vinna til dagin og vegin. Tá lønin er lág, og ein aftrat tí bara fær boðið eitt parttíðarstarv, so sigur tað seg sjálvt, at endarnir ikki røkka saman.

Stytta arbeiðsvikan er størsti partur av loysnini

Í 1978 var arbeiðsvikan sett niður í 40 tímar við lóg. Tá arbeiddu menn úti, meðan størri partur av kvinnunum arbeiddu heima. Nú eru líka nógvar kvinnur í starvi sum menn. Eini foreldur arbeiða samanlagt í miðal fleiri og 60 tímar um vikuna, tað er nógv meira enn í 1978. Samstundis krevur dagurin og vegurin meira, so at tað ber snøgt sagt ikki til at fáa arbeiðslív, heimalív og frítíðarlív at hanga saman.

Fremsta stig at gera gerandisdagin lættari er við at stytta arbeiðsvikuna. 

At arbeiðsvikan skuldi styttast, var lovað okkum til løgtingsvalið, og tað er eisini felt niður í samgonguskjalið. Men her hendir púrt einki á tí økinum hjá sitandi samgongu. Og andstøðan tykist als ikki at hava skilt samanhangin.

Var arbeiðsvikan stytt í 35 tímar, so fór tann, ið arbeiddi setanarbrot 0,7, upp í setanarbrot 0,8. Var lønin fyri fulla tíð 30.000, so hevði hesin persónur farið 3.000 kr upp í løn, og pensjónsgjaldið hevði hækkað samsvarandi.

Tað hevði gjørt mun.

Vit skuldu fáa eina stytta arbeiðsviku, nú fáa vit í staðin ein galoperandi pensjónsaldur

Løgtingið hevur fyri fleiri árum síðan samtykt, at pensjónsaldurin bara kundi hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár. Eftir hesum leisti samtykti løgtingi eisini, at áseta pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030.

Vit skulu hava tryggar karmar um pensjónina.

Nú er ketan hjá landsstýrinum lopin heilt av.

Tjóðveldisumboð hevur borið uppskot í løgtingi at bróta kontraktina fyri, hvussu pensjónsaldurin kann hækka. Og samgonguflokkarnir stuðla uppskotinum.

Andstøðan er einki at rokna við heldur, tey hava longu sagt alment, at tey vilja ikki rulla pensjónsaldurin aftur til verandi skipan, um tey koma til valdið.

Um landsstýrið hevði nakað samband við fakfeløgini og fólkið, so hildu tey seg til kontraktina, og virdu tann leistin, at pensjónsaldurin bara kann hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár.

Uppskotið um pensjónsaldurin kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum í morgin. So enn er tíð hjá samgongumeirilutanum í løgtinginum at vísa landsstýrinum aftur á beint.

Fakfeløgini skulu standa saman, so kunnu vit skáka valdinum

Símun Pauli úr Konoy var lærari í Gøtu frá 1905 til 1945 og gjørdist formaður í Føroya Lærarafelag í 1915. Hann var eisini formaður í Føroya Fiskimannafelag 1911–1926. Hetta er eitt gott dømi frá teimum, ið gingu undan okkum, at tey kendu ábyrgd tvørtur um yrki, her lærarin og fiskimaðurin.

Annað dømi um samanhald var, tá fleiri fakfeløg fóru í samhugaverkfall, tí landsstýrið brúkti løgtingið til at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis, sum annars vóru í einum lógligum verkfalli.

Nøkur fakfeløg umboða yrki, har tað eru nógv flest kvinnur. Tað er ikki einans uppgávan hjá hesum fakfeløgum, sum umboða nógvar kvinnur, at vinna kvinnum sjálvsagdan rætt.

Fakfeløgini skulu standa saman, so kunnu vit vinna kvinnunum neyðug rættindi.

Eftir 48 árum náddi Andrea Árting varðanum, at kvinnur fingu somu tímaløn sum menn.

Nú, 48 ár seinni, er hugburðurin lítið broyttur. Tað eru bara kvinnur, ið fara í barsil, og tað tykist at vera góðkent, at kvinnur fáa ótrygga setan og parttíðarstørv.

Ein er tíðin at tosa siðiliga, nú er tíðin at tosa við størri stavum

Eingin skal missa í inntøku, tí tey eru í barsli.

Øll hava rætt til trygga starvssetan og starv í fulla tíð.

Kontraktin um pensjónsaldurin má virðast og

arbeiðsvikan skal styttast við lóg, ongantíð ov skjótt.

Eg vil enda nakað so sum lærarin og fólkakæra skaldið, Hans Andrias Djurhuus, yrkti fyri 100 árum síðan:

“Stóðu vit saman kundu vit útint mangt eitt roysningsverkið”

Takk fyri og framhaldandi góðan arbeiðaradag øll somul


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni