Tíðindi

Fáar umsóknir vekir stúran

Meðan Føroya Lærarafelag kann gleðast um, at fleiri umsóknir eru komnar til læraraútbúgvingina í ár samanborið við í fjør, vekir støðugt minkandi umsóknartalið til somu útbúgving í Danmark stúran hjá danska systurfelagnum.

10.07.2024

Sjey prosent færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina í Danmark í ár, samanborið við í fjør, og gongdin sær út til at ganga støðugt skeiva vegin. Í ár hava 2.387 søkt um pláss á læraraútbúgvingini sum fyrsta val, meðan talið í fjør var 2.580.

”Tað er ógviliga stúrandi fyri fólkaskúlan og samfelagið. Umleið fimti hvør, sum undirvísir í fólkaskúlanum, er ikki útbúgvin lærari. Tað er sera álvarsamt, tá ið vit hugsa um úrtøkuna hjá næmingunum av undirvísingini og læringini. Tað mugu vit sum samfelag taka í størsta álvara,” sigur Niels Jørgen Jensen, næstformaður í danska lærarafelagnum í tíðindaskrivi.

Eins og onnur hevði danska lærarafelagið eina vón um, at endurnýggjanin av læraraútbúgvingini fyri einum ári síðan fór at gera, at gongdin fór at venda. Við endurnýggjanini var “skrúvað upp fyri undirvísingartímunum og tryggjað betri og meiri integrerað starvsvenjing”. Fyri danska lærarafelagið hevur tað týdning, at tað er friður um læraraútbúgvingina, og at íløgur verða gjørdar í útbúgvingina, sigur danska lærarafelagið.

”Vit hava nú eina læraraútbúgving, sum hevur betri góðsku enn áður, og sum vit veruliga trúgva uppá. Eitt nú hevur tað sera nógv at siga fyri yrkið, at lærarar nú eru hjáundirvísarar av teimum lesandi. So hevur tað eisini týdning at skapa frið um karmarnar, men sjálvandi mugu vit fáa fleiri at velja hesa útbúgvingina, og vit eru als ikki komin á mál við teimum góðu ætlanunum kring útbúgvingina. Vit mugu til dømis tryggja, at allir starvslærulærarar eru útbúnir til vegleiðarauppgávuna, og at tað sum heild verða gjørdar íløgur í starvsvenjingina, tá vit vita, at góð starvsvenjing er við til at fáa tey lesandi at gera útbúgvingina lidna og síðan søkja arbeiði í fólkaskúlanum aftaná,” sigur Niels Jørgen Jensen.

Sum heild skal nógv arbeiði til at tryggja, at fleiri hava hug at verða verandi lærari í fólkaskúlanum, undirstrikar hann.

”Minkandi umsóknartalið og vaksandi læraratrotið í fólkaskúlanum rópar eftir, at stig mugu verða tikin. Fimti hvør nýútbúni lærari er givin í fólkaskúlanum eftir trimum árum, og vit hava fleiri enn 28.000 útbúnar lærarar, sum arbeiða aðrastaðni enn í fólkaskúlanum. Vit vita, hvar trupulleikin er: vit mugu skapa eitt betri skúlaumhvørvi fyri verandi og komandi lærarar í fólkaskúlanum. Tað er ein góð íløga, sum veruliga fer at koma komandi næmingum til góða,” sigur Niels Jørgen Jensen.

Kelda: folkeskolen.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni